Úr Vágum frættist, at prísurin fyri mánaðarkort fyri lesandi á farleiðini millum Vágar og Havnina brádliga hevur verið fyri ógvusligari hækking. Vit frætta, at mánaðarkortini, ið fyrr kostaðu 400 krónur, nú kosta 1.150 krónur.
Umsitingin hjá SL sigur seg tó einki vita um hesa hækking.
? Maskinurnar eru elektróniskar, og vit stýra prísunum av Farstøðini í modulunum, sum verða skift á maskinunum hvørja viku, sigur Magnus Matsen, ið dagliga tekur sær av hesum arbeiði.
? Eg havi sjálvur latið modulini, sum eru forritað við teimum prísum, sum standa í ferðaætlanini. Tí er tað ikki rætt, at prísurin er hækkaður.
Men SL hevur tó havt eitt sindur av stríði av elektrónisku ferðaseðlamaskinunum í seinastuni. Flutningsfyritøkan arbeiðir við tveimum útgávum av maskinum, og tær elstu av hesum klára ikki ártúsundskiftið, ið stendur fyri framman.
Tí hevur verið neyðugt at dagføra allar tær eldru maskinurnar við at seta nýggjar prentplátur í tær, sum er ár 2000 tryggar. Magnus Matsen sigur, at arbeiðið við at dagføra maskinurnar er liðugt, og skipanin verður í løtuni royndarkoyrd innanhýsis, fyri at tryggja at hon virkar sum hon skal, áðrenn hon verður tikin í nýtslu.
Ferðaseðlaskipanin hjá SL virkar soleiðis, at tey sokallaðu modulini, ið skráseta, hvussu nógvir ferðaseðlar eru seldir av hvørjum og so fram vegis, verða skift út hvørja viku. Á modulunum eru allir ferðaseðlaprísir skrásettir, og tí halda modulini roknskap fyri hvørt einstakt far. Hjá SL verða modulini lisin inn á bókhaldsskipanina.
Magnus Matsen sigur, at hendan skipan virkar væl, og tískil eru ongar æltlanir um, at førini hjá SL skulu hava on-line skipanir, so ferðaseðlarnir so hvørt teir verða seldir, verða skrásettir beinleiðis í bókhaldsskipanina á Farstøðini í Havn.