Ferðavinna
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Sunnudag 14. juni verður útferð gjørd til Stóru Dímunar við »Hvíthamri« av Sandi um viðrar. Tað boðar Sandoyar Kunningarstova nú frá. Farið verður av Sandi klokkan 10.30. Teistin siglir av Gomlurætt klokkan 9.45 og í Skopun er busssamband til havnina á Sandi.
Túrurin byrjar í Sands Havn sunnudagin 14. juni klokkan 10.30, har siglt verður við Hvíthamri út í oynna. Umborð er tað Jóan Petur Clementsen, bátasmiður, ið er skipari. Komin til Dímunar, verður gingið upp gjøgnum Kleivina saman við Dímunarbóndanum, sum eisini verður ferðaleiðari á oynni, har hann vísir fólki runt og greiðir frá. Til túrin er tað gott at hava heit klæði og matpakka við. Túrurin verður einans sigldur, um veðrið er til vildar. Pláss er fyri 12 fólkum, og tey, ið ætla sær við, mugu boða Sandoyar Kunningarstovu frá hesum.
Ætlanin er at gera nakrar túrar út í Dímunar nú í summar, um veður og vindur loyvir tí. Dagarnir, ið valdir eru, eru 14. juni, 5. juli, 12. juli, 19. juli, 2. august og 16. august.
Kostnaður fyri at vera við á ferðini er 500 krónur fólkið. Tilmelding kann gerast á Sandoyar Kunningarstovu í seinasta lagi fríggjadag klokkan 12, sum túrarnir verða gjørdir sunnudag.