Samstarv
-Hergeir Nielsen, fyrsti næstformaður í Føroya Løgtingi, fer nú at kanna eftir, hvussu tað kann tryggjast, at andstøðan fær størri rætt at koma til orðanna í Føroya Løgtingi.
Tað er eitt, hann hevur fingið burturúr vitjanini hjá formansskapinum í danska fólkatinginum í Føroyum hesar seinastu dagarnar.
Hergeir Nielsen segði í Sosialinum í gjár, at nú formansskapurin í fólkatinginum er í Føroyum, ætlaði hann sær at taka tað upp, sum fór fram í løgtinginum, tá ið yvirtøkulógirnar og uttanríkispolitisku heimildarlógirnar vóru til viðgerðar.
Tá skuldsetti andstøðan samgonguna fyri at skrumbla málini ígjøgnum uttan at geva teimum ta nágreiniligu viðgerð, sum slík mál máttu fáa. Andstøðan fýltist eisini á, at hon ikki slapp at kalla teir serfrøðingar í uttanlandsnevndina, sum hon helt, kundi geva eitt íkast í royndunum at lýsa málið til fulnar.
Hergeir Nielsen segði, at hann ætlaði at spyrja formansskapin í danska fólkatinginum, um slíkt kundi komið fyri í Danmark.
Arbeiðir víðari
Málið fekk eisini umrøðu á fundinum, sum var ímillum formansskapin í løgtinginum og formansskapin í fólkatinginum í Suðuroy mánadagin og har fekk hann greitt frá síni ónøgd.
Men Hann fekk ikki spurt donsku starvsfelagarnar um slíkt kundi komið fyri í danska fólkatinginum, tí tíðin rann undan.
Men hann hevur fingið at vita, at fólkatingið hevur ymsar skipanir sum tryggja, at mál fáa eina slíka viðgerð, at allir partar eru nøgdir.
Tær reglur eru ikki í Føroyum og nú tað er frammi um at endurskoða tingskipanina, ætlar fyrsti næstformaður at kanna eftir, hvussu hesar skipanir virka og um tær eiga at verða settar í okkara tingskipan.