Í hundrað ár, frá 1869 til 1969, vórðu børn hjá avstralska uupprunafólkinum tikin frá foreldrunum og latin hvítum húskjum. Síðani ágangurin steðgaði, hevur upprunafólkið kravt eina almenna umbering frá myndugleikunum, men higartil til fánýtis.
Fráfarni konservativi forsætisráðharrin, John Howard, bleiv biðin um at geva upprunafólkinum eina tílíka umbering, men hann segði nei. Men eftirmaður hansara, Kevin Rudd, sigur, at hann fer at biðja upprunafólkið um eina almenna umbering, samstundis sum stjórn hansara fer at bøta um kom teirra.
Í Avstralia verða upprunabørnini, sum vórðu tikin frá foreldrunum og latin hvítum húskjum, umrødd sum Tað Stolna Ættarliðið.
Umleið 20 milliónir fólk búgva í Avstralia. Av teimum eru umleið 470.000 upprunafólk, men teirra gerandisdagur er merktur av stórum sosialum og heilsuligum trupulleikum.