Lagt er upp til eitt brak av einum dysti, tá NSÍ og HB bresta saman við Løkin sunnudagin. Liðini royna hvør í sínum lagi at fylgja oddaliðnum, og tískil er dysturin sunnudagin av alstórum týdningi hjá báðum liðunum.
NSÍ kann, um tingini laga seg eftir teirra høvdi, fáa EB/Streym aftur, og HB spælir fyri møguleikanum um at yvirhála NSÍ, soleiðis at teir kunnu vera liðið, ið skal trýsta EB/Streym í oddinum.
Karsten Joensen í málið
Í dystinum seinast í móti fuglfirðingum, fekk Jens Martin Knudsen reytt kort og varð rikin av vøllinum. Ein rættiliga býtt útvísing, sum gamli landsliðsmálverjin tilognaði sær og liðnum, og sunnudagin kann hetta fara at kosta felagnum dýrt, tí Jens Martin Knudsen er tá leikbannaður og má sita yvir.
Í málið hevur NSÌ tó fingið ein fínan avloysara. Karsten Joensen skal verja NSÍ-málið, og í Runavík fegnast tey um at hava fingið so frægan mann inn fyri Jens Martin Knudsen.
Annars eru allir mans tøkir. Ongin skaði og onki leikbann, og tá Cristian Høgni Jacobsen ikki sær út til at hava trupulleikar við at raka málini í føroysku landskappingini, sær tað heilt gott út hjá vespunum.
Jákup á Borg leikbannaður
Einasti maðurin hjá høvuðsstaðarfelagnum, sum má melda pass sunnudagin, er Jákup á Borg. Hann fekk fimta gula kortið í ár í dystinum móti EB/Streymi, og tískil sleppur hann ikki á vøllin í móti NSÍ.
Hetta er ein stórur missur hjá HB. Jákup á Borg hevur verið flúgvandi í ár, og eisini í landsdystinum móti Georgia var hann millum frægastu leikararnar hjá føroyingunum. Úr HB verður tó sagt, at maður kemur í mans stað og at teir eiga fleiri góðar mans, sum kunnu koma í hansara stað.
Men Jákup á Borg var ikki einasti HB-arin á landsliðnum mikukvøldið. Bæði Kári Nielsen og Janus Joensen spældu samfullar 990 minuttir, og eisini Rógvi Jacobsen spældi stóran part av dystinum. Spurningurin er so, um møðin enn situr í beinunum sunnudagin.
Í HB verður ásanna, at dysturin er av ovurhondsstórum týdningi.
- Tað er vind eller forsvind, so einfalt er, verður sagt úr Havnini, meðan teir í Runavík ikki taka so dýran men siga, at trý stig høvdu verið at fyritrekt.