Londini í útnorði, Føroyar, Ísland og Grønland, hava ongar ætlanir um at gevast við ferðavinnusamstarvinum. Teir tríggir ráðharrarnir í ferðavinnumálum í Føroyum, Íslandi og Grønlandi høvdu ein sínámillum fund á Vestnorden Travel Mart, sum var í Keypmannahavn mikudagin og hósdagin í vikuni.
Á hesum fundi umrøddu Jørgin Niclasen, okkara ferðavinnuráðharri, Katrín Júlíusdóttir úr Íslandi og Ove Karl Berthelsen úr Grønlandi eitt nú framtíðina hjá NATA (North Atlantic Tourism Association), ið stendur aftanfyri Vestnorden Travel Mart.
Hetta var ein lutfalsliga stuttur fundur, ið varð hildin í hølunum, sum tíðindafólk høvdu á Scandic Copenhagen, har ferðavinnustevnan var.
Eftir fundin hittu vit Jørgin Niclasen og starvsbrøður hansara í ávikavist Íslandi og Grønlandi.
Greitt er eftir fundin, at ferðavinnusamstarvið millum Føroyar, Ísland og Grønland skal halda fram, og semja er um, at samstarvið skal skipast betri, eins og arbeiðast skal fyri at geva NATA betri umstøður.
NATA hevur nú sløk trý ár á baki, og partarnir eru eisini samdir um, at virksemið hjá felagsskapinum eigur at eftirmetast, so meira kann fáast fyri tann pening, sum londini hvør í sínum lagi lata felagsskapinum.
Føroyar og Grønland lata hvør sínar 500.000 krónur um árið, meðan Ísland letur eina miljón krónur.
Øll trý londini hava hvør síni trý umboð í NATA og føroyingurin, Per Hansen, er formaður.
Stór myndarøð liggur á Portalinum um Vestnorden Travel Mart.