Ferðavinnufelagið skal hjálpa Uttanríkisráðnum

Samstarvið millum Samvit og føroysku ferðavinnuna kundi verið betur. Tað sigur Ferðavinnufelagið, sum framyvir fer at hjálpa Uttanríkisráðnum við menningini av ferðavinnuni Ferðavinnufelagið skal hjálpa Uttanríkisráðnum at menna føroyska ferðavinnu.

Í tíðindaskrivi frá Ferðavinnufelagnum í dag stendur, at í tí stóra heila hevur ein heildar- og langtíðarætlan fyri menning av føroyskari ferðavinnu, og eitt nú marknaðarføring uttanlanda, manglað í nógv ár. Tá ið landstýrismaðurin í Uttanríkismálum avgjørdi at leggja Samvit undir Uttanríkisráðið, var Ferðavinnufelagið á fundi við umboð frá Uttanríkisráðnum. Á fundinum kom fram, at Uttanríkisráðið fór at taka Ferðavinnufelagið uppá ráð um hvussu føroysk ferðavinna skal mennast nú og í framtíðini.

Fyri Ferðavinnufelagið er tað avgerandi, at fáa ein greiðan politik um hvussu vinnan og almennir myndugleikar best kunnu tryggja vøkstur í ferðavinnuni, soleiðis at ferðavinnan verður eitt enn størri ískoyti til føroyska búskapin.