Komandi formaðurin í Felagskommununi fer at eita Jógvan Páll Joensen. Hann er í dag borgarstjóri í Bíggjar Sóknar Kommunu, men verður eftir nýggjár bygdarráðslimur í Sørvágs Kommunu. Og hann hevur visiónir um eina stóra, samanlagda kommunu í Vágum.
Starvið sum formaður í Felagskommununi í Vágum skiftir millum kommunurnar, og komandi valskeiðið eigur Sørvágs Kommuna formannin.
Sørvágs Kommuna valdi í seinastu viku nevndir fyri komandi valskeið. Nevndarsessirnir vórðu býttir millum allar bygdarráðslimirnar. Eingin meiriluti ella minniluti er skipaður í Sørvági, sigur komandi borgarstjórin, Jákup Suni Lauritsen. Bygdarráðslimir av øllum listum hava fingið formanssessir í ymsu nevndunum, sigur hann.
Sørvágs Kommuna hevur ein lim í nevndini fyri Felagskommununa í Vágum. Jógvan Páll Joensen, varð valdur at umboða kommununa. Og Sørvágs Kommuna eigur komandi valskeið formannin í felagskommununi.
Jógvan Páll Joensen dylur ikki fyri, at hann er fyri størri samstarvi millum kommunurnar í Vágum. Og best hevði eftir hansara meting verið við eini samanlegging.
Men tað er ikki bara sum at siga tað at leggja kommunur saman, og tað má gerast við skili og skynsemi. Tað ber ikki til bara at kroysta eina samanlegging niður yvir fólk, sigur hann.
Sjálvur kundi hann hugsað sær, at ein arbeiðsbólkur heilt skjótt varð settur at kanna fyrimunir og vansar við samanlegging í Vágum. Og ikki minst at kunnað fólk um avleiðingarnar av eini slíkari.
?Soleiðis kundu vit so hildið kjakinum á lívi alla tíðina, so fólk visti, tá tann tíð kemur, hvat tað er, tey skulu taka støðu til, sigur Jógvan Páll Joensen