Fer frá hundum til harmoniku

- Eg gleði meg at gerast ein betri harmonikuspælari, men samstundis veit eg, at eg fari at sakna hundavenjingina og fjalltúrarnar í Nólsoy, sigur 39 ára gamli René Hansen, sum mánadagin fer til Danmarkar á tónleikaskúla

Um fáar dagar byrjar ein heilt nýggj tilvera hjá René Hansen úr Nólsoy. Mánadagin fer hann til Esbjerg at nema sær eina trý ára langa bachelorútbúgving innan harmonikuspæl. Útbúgvingin kallast klassisk akkordion, sum er ein víðari útbygging av harmoniku.

- Mær hevur altíð dámað væl at spælt harmoniku, men havi ongantíð veruliga havt tíð til at venja. Tá eg so bleiv mæltur til at fara á Syddansk Musikkonservatorium, helt eg, at hetta var ein møguleiki, ið eg skuldi royna, sigur René, sum seinastu 14 árini hevur starvast sum sølumaður hjá Damfar. Umframt harmonikuspælið er hann sera áhugaður í seyðahundavenjing, men tað er eitt ítriv, sum í eina tíð verður lagt á hyllina.


Spældi harmoniku við tvíburinum

Áhugan fyri tónleiki hevur Rene altíð havt, og longu sum fimm ára gamal byrjaði hann at spæla harmoniku.

- Eg og tvíburabeiggi mín plagdu báðir at spæla harmoniku saman sum lítlir, og eg havi so spælt líka síðani, sigur René. At hann hevur tónlistarligar gávur er sambært honum sjálvum ikki heilt tilvildarligt.

- Ja, hvat kann eg siga, eg eri nólsoyingur, sigur René við einum smíli og heldur fram:

- Eg eri úr eini familju, har tónleikur altíð hevur fylt nógv, og so havi eg bara sjálvur verið rættiliga áhugaður í tónleiki líka frá barnsbeini av, sigur René. Sum unglingi tókst hann nógv við tónleik saman við systkinabarninum Kim Hansen, sum er av Føroya fremstu tónleikarum. Men tónleikurin bleiv ongantíð til meir enn eitt frítíðarítriv fyri René, sum er uppvaksin og býr í Nólsoy.

- Eg fekk konu og børn rættiliga ungur, og síðani tá brúkti eg minni og minni tíð upp á at venja harmoniku, greiðir René frá. Fyri trimum árum síðani kom hugurin fyri harmonikuspæli av álvara aftur, og René byrjaði at spæla harmoniku á Tórshavnar Musikkskúla.


Fekk toppkarakter í kapping

Síðani hevur gingið skjótt frameftir við harmonikuspælinum hjá René. Tað hevur gingist honum so mikið væl, at hann í eini akkordiumkapping, sum bleiv hildin í Føroyum í fjør, fekk ikki færri enn fýra 11-tøl. Dómararnir í kappingini komu úr Danmark, og annar av dómarunum var so mikið hugtikin av René og hansara harmonikuspæli, at hon eggjaði honum at fara til upptøkuroynd á Syddansk Musikkonservatorium, sum liggur í Esbjerg.

- Dómarin segði, at eg dugdi væl og helt tað vera eitt gott hugskot, um eg fór á tónleikaskúla, soleiðis at eg kundi gerast ein enn betri harmonikuspælari og eisini hava neyðugu førleikarnar fyri at kunna undirvísa í harmoniku, sigur René, ið var til upptøkuroynd á Syddansk Musikkonservatorium í januar mánaði í ár. Ein roynd, sum hann fyrireikaði seg væl til.

- Størsta partin av jólaferiuni sat eg í einum høli í barnagarðinum í Nólsoy og vandi, soleiðis at eg kundi vera so væl fyrireikaður til upptøkuroyndina sum yvirhøvur gjørligt. 


Skal venja 10 tímar um dagin

Svarið, um at René var komin inn á skúlan, fekk hann í aprílmánaði í ár.

- Eg var ótrúliga glaður um at vera sloppin inn og ivaðist onga løtu í, at eg skuldi fara niður at taka hesa útbúgvingina, greiðir René frá. Hann fegnast eisini um, at tey nærmastu stuðla honum í avgerðini um at flyta til Danmarkar fyri at fáa hesa útbúgvingina.

- Konan var ótrúliga glað mína vegna beinanveg, og hon hevur alla tíðina stuðlað mær og mínum ætlanum við harmonikuspælinum, sigur René, sum hetta fyrsta árið verður einsamallur í Esbjerg.

- Ætlanin er, at eg hetta fyrsta árið finni meg til rættis á skúlanum og kann brúka nógva tíð upp á at venja harmoniku, men tá eitt ár er liðið flyta konan og okkara fýra børn niður til mín í Esbjerg, greiðir René frá. Hann hevur fingið sendandi eina tímatalvu frá skúlanum, og longu nú veit René, at hann kemur at hava ein fullkomiliga annarleiðis gerandisdag samanborið við tann, hann hevur havt seinastu 14 árini sum sølumaður.

- Eg komi at hava vanligar undirvísingartímar og eisini ymisk skeið, men størsti parturin av tíðin fer við sokallaðum instrumenttímum, sigur René og fortelur, at hann væntandi fer at brúka millum átta og tíggju tímar hvønn dag upp á venjing.

- Hetta verður ein heilt onnur tilvera. Sum sølumaður ert tú nógv úti millum fólk, men nú skal eg venja meg við at sita í einum undirvísingarhøli og eisini brúka tíð einsamallur upp á at venja harmoniku. Eg havi rættiliga ring bindindi, so tað verður spennandi, hvussu tað fer at rigga, sigur René við einum skálkabrosi.


Saknar seyðahundavenjing

Umframt at starvast sum sølumaður hevur René fingist við seyðahundavenjing, og seinastu árini hevur hann vant ógvuliga miðvíst við hundunum.

- Seinastu árini havi eg arbeitt rættiliga seriøst við seyðahundum, og eg haldi næstan, eg kann siga, at tað hevur verið eitt fulltíðarstarv afturat mínum veruliga starvi, sigur René. Nú hann flytur til Danmarkar, er hann noyddur heilt at sleppa hundavenjingunum, og tað verður alt annað enn lætt.

- Eg veit longu nú, at eg komi at sakna venjingina við hundunum ómetaliga nógv. Eg havi havt fýra hundar seinastu tíðina, men teir havi eg selt, av tí at eg fari av landinum, greiðir René frá. Festið, sum hann hevur í Nólsoy, er hann eisini noyddur at siga frá sær, meðan hann er undir útbúgving í Danmark.

- Konan kemur at hava festið í eitt ár, og tá hon og børnini flyta niður, tekur svágur mín yvir, sigur René, sum sigur seg fara at sakna náttúruna og djóralívið, sum er í Nólsoy.

- Tað er púra sikkurt, at eg fari at sakna at ganga á fjall, fletta seyð og alt tað, ið hartil hoyrir, men hinvegin so fái eg nógvar aðrar upplivingar ístaðin, hesa tíðina eg verði í Danmark, sigur René. Honum dámar væl at vera seg úti í føroysku náttúruni, og longu nú hevur hann hugsað um, hvussu hann skal fáa dagligu rørsluna, meðan hann er í Danmark.

- Eg havi altíð rørt meg nógv og rokast úti í haganum, so nú má eg finna upp á okkurt annað. Eg má bara seta meg til sættis við, at tað frá mánadegnum av ivaleyst verður til onkran rennitúr á asfaltinum í Esbjerg ella okkurt líknandi, sigur René.


Málið er at undirvísa

Høvuðsorsøkin, til at René fer úr Føroyum og niður á Syddansk Musikkonservatorium í Esbjerg at útbúgva seg, er tann, at hann kundi hugsað sær at undirvíst í harmoniku í Føroyum.

- Málið er avgjørt at kunna undirvísa. Tá eg havi tikið hesi trý árini á skúlanum, havi eg neyðugu førleikarnar til at undirvísa, men mann kann eisini at byggja meira upp á útbúgvingina, sigur René. Til ber nevnliga at lesa í tvey ár afturat teimum trimum, soleiðis at René so hevur eina masterútbúgving, men í fyrstu atløgu tekur hann trý tey fyrstu árini, og verður harvið bachelor.

- Eg havi ikki havt møguleika ella kanska heldur ikki givið mær stundir til at venja harmoniku, so nú sleppi eg at venja so nógv eg vil og tími, sigur René. Hann vónar, at hann eftir lokna útbúgving er blivin so góður, sum hann nú einaferð hevur møguleika at blíva.

- Hvussu góður kann eg blíva? Tað er tað eg vil, blíva so góður sum eg kann, sigur René.