Ferðin á búskapinum setast niður

Landsstýrið og løgmaður óttast eitt sindur fyri, at búskaparferðin gerst ov høg

Ferðin á føroyska búskapinum er ógvuiga høg í løtuni.

 

So høg, at løgmaður sigur, at tað møguliga gerst neyðugt at toyggja nakrar av íløgunum.

 

Í samrøðu við Sosialin í morgin sigur løgmaður, at verður hugt eftir tí, sum er sett út í kortið, so verður mest at gera í byggivinnuni í 2018.

 

Tá er full ferð á almennu íløgunum. Tá ið løgmaður tosar um almennar íløgur, so tekur hann eisini íløgurnar hjá tunnilsfelagnum, SEV, Tórshavnar havn, Føroya Tele, og IRF saman við beinleiðis almennu íløgunum.

-Hetta eru stórar íløgur, tí arbeiða vit við at kanna, um tilber at toyggja hesar íløgur nakað, sigur Aksel V. Johannesen,løgmaður.

Les alla samrøðuna í Sosialinum