Ferðin skal niður

Koyrir tú t.d. úr Leirvík til Havnar, so sparir tú bara um 4-5 minuttir, um tú í miðal koyrir 90 í staðin fyri 80, sum er loyvda markið.

Hvat hevði hent, um vit øll lækkaðu ferðina við í miðal 10 km/t? Jú vit høvdu mist umleið 3 minuttir hvønn dag. Men afturfyri høvdu vit minkað um árliga talið av álvarsliga skaddum við heili 8 fólkum. Talið av materiellum bilskaðum hevði minkað við umleið 300.

Tá ið vit tosa um ferðslvandar, kunnu vit ikki koma uttan um, at størsta einstaka orsøkin til, at ferðsluvanlukkur henda, er ov nógv ferð. Tað eru eingi viðurskifti í ferðslutrygdargranskingini, ið eru so væl skjalprógvað, sum sambandi millum ferð og ferðsluvanlukkur.

Úrslitið av hesi gransking er púra greitt:


? Økir tú ferðina, økir tú eisini vandan fyri, at ferðsluvanlukkur henda


? Og jú meira ferðin er, tess álvarsligari verða vanlukkurnar.


Tá 15 km/t eisini

var ov nógv

Neyvan man hetta úrslit koma óvart á nakran - og helst kundu vit spart útreiðslurnar av granskingini, um vit bara fylgdu vanligum viti og skili.

Tað var vitið og skilið, sum gjørdi, at fólk fyrst í hesi øldini kendu ampa á sær, tá ið hesir ókendu og osandi jarnhestarnir, sum vóru nevndir automobilar, við miklan gang fóru rullandi í gjøgnum gøturnar.

Ferðin hjá automobilunum tá var um 10-15 km/t, og hon var hildin at vera alt ov nógv. Í onkrum býi var óttin fyri hesum nýggja akfari so stórur, at skipað varð fyri, at tá í ein automobilur koyrdi í gøtum, har eisini fólk vóru til gongu ella á hestbaki, skuldi maður renna framman fyri hann og veipa við flaggi at ávara fólk, at nú kom ein automobilur.


Spara einans 4 min

Síðani er nógv broytt, og nú er tað ikki longur fólk og krýatúr, sum hava fyrstarætt á vegnum, nú eru tað bilarnir, sum eiga øll rættindini. Hetta henta akfar, sum kann flyta teg skjótt úr einum stað í annað. Fyri at hetta skal kunna henda skjótari og skjótari, verða bilarnir gjørdir alsamt betri og betri og vegirnir gjørdir slættari og beinari.

Tað sær út sum um, at tað er altavgerðandi, at tíðin, tú nýtir at koma til arbeiðis, at vitja fólk osfr skal vera so stutt sum gjørligt.

Í staðin fyri at koyra 80, verður heldur koyrt eini 90-100 ?.fyri at spara tíð, verður sagt. Hvussu nógva tíð spara vit so?

Koyrir tú t.d. úr Leirvík til Havnar, so sparir tú bara um 4-5 minuttir, um tú í miðal koyrir 90 í staðin fyri 80, sum er loyvda markið. Mangur man kenna hetta aftur, at síggja bilar, sum yvirhála allan vegin suðureftir. Tá ið tú so at enda kemur til ferðsluljósini i miðbýnum í Havn, hendir meira enn so, at bilurin, sum gjørdi allar tær mongu vandamiklu framumkoyringarnar, er í somu biðirøð sum tú, bara nakrar fáar bilar longri frammi.

Hvat hevði hent, um vit øll lækkaðu ferðina við í miðal 10 km/t? Jú vit vildu mist uml. 3 min hvønn dag. Men afturfyri høvdu vit minkað um árliga talið av álvarsliga skaddum við heili 8 fólkum. Talið av materiellum bilskaðum hevði minkað við eini 300. Eisini vildu vit brúkt minni av brennievni harvið eisini dálkað minni. Ein ferðlækking upp á 10 km/t vildi eisini gjørt, at minni slit kom upp á bilin.

Í Null - hugsjónini, hvørs endamál er, at eingin skal lata lív ella verða álvarsliga skaddur í ferðsluni, er ein av aðaltáttunum, at ferðmarkið má verða sett niður ? ikki bara á vegum millum bygdir, men serliga á vegum, har fólk til gongu ella á súkklu verða blandað saman við bilum. Her verður mælt til at hægst loyvda ferð er 30 km/t.

Kelda: Ferðslutrygd