Atlantic Airways-kappingin
Eftir at teir seinasta umfar bast Kyndli, skuldu vestmenningar sunnudagin av álvara skræða seg leysar í stríðnum um næst ovasta plássið í grundspælinum hjá monnum.
Tað stóð tó greitt, at talan skudli verða um trupla uppgávu. H71 hevur alt árið verið væl fyri, og tó at teir eitt skifti tóktist missa stevið, so fótaðu teir sær við sigrinum á StÍF fyri tveimum vikum síðani.
Tróndur og Piti
Og tað eydnaðist eisini hesa ferð hjá H71 at taka bæði stigini.
Talan var frá byrjan um eina rættiliga ferðmikal uppgerð, har kropsligi parturin av spælinum fekk stóra rúmd. Helst eisini tí báðum liðunum dámar væl at halda verjuna flata.
Fyri steðgin var tó leingi líkt til, at VÍF hevðu munin. Teir sluppu kanska ikki heilt frá hoyvíkingunum, men teir tóktust tó hava størri yvirskotið í spælinum. Móti endanum av fyrra hálvleiki fingu gestirnir eisini togað seg tvey mál framum, men teir megnaðu tó ikki at halda fast.
Eftir steðgin var gongdin fyri tað nógva tann sama. VÍF var kanska betra liðið, men við stórspæli frá Tróndi Vatnhamar og Piti Negru megnaðu hoyvíkingarnir tó at hanga í. Somikið væl, at teir eisini megnaðu at seta trumf á, tá hálvleikurin var hálvrunnin. Fýra ferð á rað sat bólturin í VÍF-meskunum og tann munin megnaði VÍF ongantíð at taka aftur. Heldur ikki, hóast eftir eitt time-out rættiliga fingu skil upp á verjuna. Munurin upp til hovyíkingarnar var í størra lagi, og móti endanum varð hetta eisini satðfest.
Kunnu røkka oddinum
Við sigrinum staðfestu hoyvíkingarnir, at tað nú eru teir, sum skulu roknast sum fremstu kappingarneytarnir hjá Kyndli. Og tað er ikki óhugsandi, at teir vinna seg ájavnt teimum grønu, áðrenn grundspælið er av. Fyrst og fremst, so krevur tað tó, at talan verður um sigur, tá H71 spælir móti KÍF næsta vikuskifti.
Hjá VÍF var talan um lítið afturstig, nú teir annars veruliga tóktust hava fótað sær. Men samstundis leggur tapið eisini stórt trýst á meistararnar undan seinasta dystinum í grundspælinum. Munurin upp til Kyndil er nú fimm stig, og hóast hann minkar, tá farast skal undir endaspælið, so eru ikki ráð at geva stórt meira enn tað sama burtur.
Fakta um dystin
H71-VÍF 28-24 (13-13)
Málskjúttar
H71: Piti Negru 9. Tróndur Vatnhamar 9(1), Jakob Jónsson 4, Niels Viggo Niclassen 3, Johnny Durhuus 2, Ólavur Brimnes 1
Kyndil: Agnar Joensen 6, Regin Joensen 5, Harald Bjørgvin 3, Áki G. Olsen 3, Jákup S. Andreasen 3(2), Sámal Joensen 2, John Zachariassen 1, Sjúrður Poulsen 1
Brotskøst: H71 1, VÍF 2
Útvísingar: H71 2, VÍF 7
Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr