Áðrenn árið í ár er farið, er ætlanin at taka støðu til, í hvussu stóran mun, heilivágur við kannabis skal vera til taks hjá sjúklingum í Føroyum.
Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Spurningurin hevur javnan verið til umrøðu í seinastuni og eisini í Løgtinginum hava tey skift orð um at geva sjúklingum í Føroyum lættari atgongd til heilivág við kannabis.
Spurningurin er aftur uppi beint nú í samband við, at vit visti at siga her á info í gjárkvøldið, at ein sjúklingur vil sclerosu, Gunnvá Tróndardóttir Joensen í Klaksvík, bílegði sær sjokulátabønir við kannabis á internetinum at royna sum heilivág fyri at fáa ein linna. Men ístaðin fyri at fáa heilivágin, er hon nú ákærd fyri at royna at smugla hassj.
Les meiri um tað HER
Sirið Stenberg hevur sagt, at hon kann ikki taka støðu í málinum fyrrenn hon hevur fingið eitt læknafakligt tilmæli frá landslæknanum og landsapotekarunum.
Tað tilmælið hevur hon nú fingið, men hon kann ikki siga, hvat stendur í tilmælinum, tí tey hava ikki havt stundir at viðgera tað.
Men hon sigur, at í næstum fer hon at seta seg saman við læknafakliga serkunnleikanum at viðgera tilmæli og so verður ein avgerð tikin. Hon sigur, at hon ætlar at avgerðin verður tikin áðrenn árið er farið og hon sigur eisini, at hon ætlar at fylgja læknafakliga tilmælinum um, hvat er best fyri sjúklingin.
Hinvegin leggur hon afturat, at støðan er kortini ikki tann, at føroyskir sjúklingar ikki hava atgongd til heilivág við kannabis yvirhøvur.
– Tað hava ávísir sjúklingar fingið í samráð við yvirlæknarnar, og í nógvum førum hava royndirnar verið góðar, sigur hon.
Men ein spurningur, støða nú skal takast til, er um kommunulæknar skulu fáa heimild at geva sjúklingum við ávísum sjúkum, heilivág við Kannabis ella um tað bara skulu vera serlæknar, sum fáa heimild at geva slíkan heilivág.
Sjálvir hava kommunulæknar ført fram, at sum støðan er nú, er tað so tvørligt hjá sjúklingum at fáa fatur á heilivági fyri kannabis, at ongin hættar sær undir tað, tí tað eru bara nakrir fáir yvirlæknar, sum hava heimild at geva teimum tað.
Sclerosa er ein av teimum sjúkum, har heilivágur við kannabis verður sagdur at hjálpa ógvuliga væl.
Gunnvá Tróndardóttir Joensen, sum nú er ákærd fyri at royna at smugla hassj, hevur nettupp sclerosu, men henni hevur tað ikki eydnast henni at fáa heilivág við kannavis fyri at vita um tað hjálpir.
– Tað er sum um at yvirlæknar ikki tora í holt við tað. Teir hava bara ypt øksl, tá ið eg havi borið tað upp á má at fáa heilivág við kannabis, segði hon í gjárkvøldið.
Hon var í rættinum í morgun, men hon vil ikki játta seg sekan í at royna at smugla hassj. Les meiri um tað HER