Haldórsvík: - Skúlin, hann er tað síðsta sum er eftir, staðfestir hon.
Í bygdini hava tey havt bæði skúla, peningastovn, handil, flakavirki við nógvum arbeiði og enntá eina grill. Men í dag er bert skúlin eftir av hesum.
Bygdin hevur tey seinni árini upplivað ein ávísa afturgongd, millum annað í fólkatali og í næmingum í lítla og hugnaliga bygdarskúlanum.
Fyri trimum árum síðani vóru 25 næmingar í skúlanum. Í ár eru tey 19 og gongst sum mett, verða tey einans 15 komandi skúlaár. Av hesum koma tey sjey av Langasandi.
- Hetta sær ikki so gott út, staðfestir Gurið. Men vit vóna kortini, at skúlin verður verandi.
- Her norðuri ynskir eingin at missa bygdarskúlan!
Fjølbroytt undirvísing
Í Haldórsvík og í Tjørnuvík eru tveir smáir bygdarskúlar, við ávikavist 19 og 6 næmingum úr 1. upp í 7. flokk. Í framhaldsdeildini fara tey í Felagsskúlan á Oyrarbakka.
Av tað ber til at hava tveir slíkar skúlar opnar, og haraftrat við eini undirvísing á høgum støði, er fyrst og fremst takkað verið teimum góðu lærarunum við skúlarnar.
Her kunnu Gurið og hini foreldrini í bygdini fegnast um, at lærararnir hava dugað sera væl at samstarva um tær ymisku lærugreinarnar.
- Eingin lærari er so góður, at hann kann dekka øll fakini. Men her norðuri verður arbeitt uppá tann mátan, at teir brúka hvønn annan í undirvísingini.
- Hetta er so aftur við til at geva børnunum eina góða og fjølbroytta undirvísing, sigur Gurið.
Eitt eymt mál
Nógv verður tosað um støðuna og framtíðina hjá teimum smærru skúlunum. Spurningurin er, um ein skal varðveita teir fyri einhvønn prís, ella um tað ikki er meiri skilagott at flyta næmingarnar í ein størri skúla.
Hetta tjakið hevur ein eisini sett hol á í Sunda kommunu, og var tað millum annað tikið fram á einum fundi í november mánaði í fjør, har skúlaleiðararnir og limir í skúlastýrinum eisini vóru við.
Á fundinum vóru viðurskiftini í teimum smærru skúlunum í kommununi umrødd, og tosað varð um, hvussu ein ber seg at í slíkum føri – um tað altso yvirhøvur verður aktuelt einaferð í framtíðini.
- Her komu fram sera ymiskar hugsanir. Og eingin ivi er um, at hetta er eitt sera eymt mál hjá okkum at taka støðu til, sigur Gurið.
Seinur dagur
Sjálv heldur Gurið ikki, at ein eigur at niðurleggja skúlarnar í økinum, so leingi sum tann fakliga síðan er í lagi.
Men, sum hon eisini slær fast: - Tað fakliga skal ikki vera uppá bekostning av tí hyggeliga og tí sosiala!
Vansin við teimum smærru skúlunum er sjálvandi lítla talið av børnum, tí tað kann tykjast trupult at finna javngamlar vinir at spæla við ella at sammeta seg við í skúlanum.
- Hinvegin, tann dagin man tekur avgerð um at niðurleggja ein skúla, so má ein hugsa seg sera sera væl um.
- Hevur ein fyrst latið ein bygdarskúla aftur, verður seinur dagur áðrenn hann kann lata upp aftur, staðfestir Gurið.
Bygdasligt OK
Sum mamma, lærari og bygdaráðslimur í Sunda kommunu veit hon alt um tann týdning, tað hevur at varðveita teir smærru skúlarnar í kommununi.
Fyri hana hevur tað sera stóran týdning at hava ein góðan skúla í bygdini – bæði fyri foreldur og næmingar.
Fyri mong víkarfólk og tjørnuvíkingar er tað so, at foreldrini arbeiða aðrastaðni enn í teimum báðum bygdunum. Tí hevur tað sín stóra týdning, at børnini ikki eisini noyðast at fara av bygdini og í annan skúla á so ungum aldri.
- Tað er altíð gott at vita, at børnini kunnu ganga í skúla her í bygdini og at tey eru trygg í tí.
- At ein á henda hátt er við til at varðveita eina slíka góða og gamla skipan, er í fínasta lagi. Um tað er eitt sindur bygdasligt, - tað er bara eitt pluss í míni verð!, sigur Gurið.
Best við felags lesiætlan
Gurið hevur sjálv arbeitt sum lærari í mong ár, og er tí vitandi um tey krøvini sum verða sett tí einstaka næmingunum.
Hon hevur millum annað arbeitt í Felagsskúlanum á Oyrarbakka, har næmingar úr mongum ymiskum bygdum og skúlum ganga í framhaldsdeildini.
Tann stóri spurningurin er, um næmingarnir úr teimum smærru skúlunum eru verri fyri enn teir, ið koma úr teimum størru.
- Á einum slíkum felagsskúla við so ymiskum næmingum sær ein rættiliga greitt, um næmingarnir hava havt ein góðan lærara í teimum ymisku lærugreinunum.
- Ynskiligt hevði tí verið, at ein felags lesiætlan varð gjørd fyri allar skúlarnar, soleiðis at ein kundi tryggjað sær, at tey lærdu tað sama, óansæð í hvørjum skúla tey ganga í, slær Gurið fast.