Ferðslan í Vágsbotni steingir í dag

Hóast Voxbotn tiltakið ikki byrjar fyrr enn leygardagin, so verður longu farið undir praktisku fyrireikingarnar á konsertplássinum seinnapartin í dag. Í hesum sambandi boðar Tórshavnar kommuna frá, at broytingar eru í skeltingini í økinum kring Vágsbotn.

Longu klokkan 16 í dag verður stongt fyri ferðsluni frá Vágsbotni og út á Bryggjubakka, eins og ferðslan er stongd undir Bryggjubakka. Í morgin verður síðani eisini stongt fyri ferðsluni á Tórsgøtu frá Sverrisgøtu oman í Vágsbotn, og hetta heldur áfram til sunnumorgunin kl. 09:00, tá økið er ruddað, og latið verður upp fyri ferðsluni sum vanligt. 

 

Sí myndirnar niðanfyri av fyribilsskeltingini

##med3##

##med2##

##med4##