Um 20 tíðina í kvøld varð løgregluni boðað frá einum ferðsluóhappi framman fyri Kollafjarðartunnilin. Talan var um bil, sum var á veg til Havnar, men av onkrari orsøk kom bilurin ov langt út á vegin og endaði við síðuna av vegnum. Tvey fólk vóru í bilinum, upplýsir løgreglan fyri in.fo.
At byrja við ljóðaði tað sambært fráboðanini til løgregluna, at ein persónur var fastur inni í bilinum. Tí bleiv sløkkiliðið eisini sent avstað við klippiútgerð, so viðkomandi kundi sleppa út.
Komin á staðið vísti seg, at tað vóru hurðarnar, ið ikki fingust upp, og tað var tí, at viðkomandi ikki slapp út.
- Alt spældi væl av. Persónurin bleiv hjálptur út gjøgnum bakrútin við góðari hjálp frá sløkkiliðnum, sigur vakthavandi hjá løgregluni.
Báðir persónarnir, ið vóru í bilinum, blivu kannaðir á staðnum av portørunum, og komu heilskapaðir frá óhappinum.
Tað er ikki heilt avklárað enn, hvussu nógvir skaðar vóru á bilinum, men talan er í øllum førum um nakrar skøvur og minni skaðar.