Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, metir ikki, at ferðslulógin virkar nóg væl. Eitt dømi um hetta eru ferðamátingarnar hjá Landsverkfrøðinginum, sum vísa, at tveir av trimum bilum í Streymoynni koyra skjótari enn 80 km/t á landsvegi, og at annar hvør bilur í Eysturoynni ger tað sama.
Landsstýrismaðurin heldur tvær orsøkir vera til at fólk koyra ov skjótt. Fyri tað fyrsta verður ferðslulógin av mongum mett at vera meira rúmlig enn gamla lógin, serliga ásetingarnar um treytaða frádøming av koyrikortinum, tá koyrt verður ov skjótt. Harumframt avspeglar ferðin á búskapinum, hvussu fólk koyra, og tá tað gongur væl í samfelagnum, keypa fólk nýggjar bilar, alt skal ganga skjótt og ferðin handan rórið økist eisini, vísir Bjarni Djurholm á.
Nýggja ferðslulóg
Bjarni Djurholm metir ikki, at ferðslulógin, við teimum broytingum sum komu í gildi 1.juli 2000, er nóg góð. Tí verður í Vinnumálaráðnum arbeitt við at smíðja eina heilt nýggja ferðslulóg, sum eftir ætlan skal vera liðug um eitt ár ella so. Ein arbeiðsbólkur við fakfólki er settur og eisini er ein fulltrúi í Vinnumálaráðnum settur at taka sær av arbeiðinum burturav.
Ein broyting, sum landsstýrismaðurin kundið hugsað sær at fingið við í nýggju lógina, er at mest loyvda ferð á landsvegi og bygdum øki ikki verður ávíkavist 80 km/t og 50 km/t allastaðni, men at atlit verða tikin at umstøðunum, so t.d. verður loyvt at koyra 90 km/t á summum økjum, meðan mest loyvda ferð verður lægri aðrastaðni.
- Í dag eru vegirnir so góðir, at væl hevði borið til at koyrt 90 km/t á summum strekkjum á landsvegnum, og eisini eru summir vegir, t.d. í høvuðsstaðnum, so góðir, at hámarksferðin kundi verið 60 km/t. Harafturímóti er væl hugsandi, at ferðin átti at verið lægri á øðrum strekkjum, bæði á landsvegi og í bygdum øki, sigur Bjarni Djurholm.
Hóast landsstýrismaðurin longu við galdandi lóg hevur heimild at áseta eina hægri hámarksferð enn tær, sum eru galdandi í dag, hevur Bjarni Djurholm ikki hug at gera broytingar beinan vegin. Hann vísir á, at fyrst skulu metingar gerast av, hvar ferðin møguliga kann setast upp, og í sama viðfangi skal eisini hyggjast at, hvar mest loyvda ferð møguliga eigur at lækkast. Landsstýrismaðurin kundi ímynda sær, at mest loyvda ferð á ymsum strekkjum fyrst varð broytt í eini royndartíð, møguliga næsta summar. Men at hava ymiskar (differentieraðar) hámarksferðir er avgjørt nakað, sum verður tikið við í eini nýggjari ferðslulóg, sigur Bjarni Djurholm.
- Høvuðsendamálið við at gera eina nýggja ferðslulóg er at økja um ferðslutrygdina, so vit avmarka talið av skaddum og deyðum í ferðsluni so nógv sum gjørligt. Eisini er neyðugt at vit fáa eina lóg, sum er sambærlig við ferðslulógirnar í okkara grannalondum, sigur Bjarni Djurholm og vísir á, at galdandi ferðslulóg er ein gomul lóg, einans við nøkrum broytingum og dagføringum.
Treytaða frádømingin endurskoðast
Bjarni Djurholm kundi hugsað sær, at parturin um treytaða frádøming av koyrikorti, tá ein hevur koyrt ov skjótt, verður herdur. Eftir galdandi lóg missir ein persónur koyrikortið treytað í trý ár, koyrir viðkomandi meira ein 30 km/t skjótari enn hámarksferðina, umframt at hann ella hon skal upp til nýggja koyriroynd. Hetta er galdandi, óansæð hvussu nógv ov skjótt viðkomandi koyrir.
Men hetta eigur, sambært Bjarna Djurholm, at broytast, so tað ikki er líka mikið, hvørt ein koyrir 31 ella kanska 71 km/t ov skjótt. Hann kundi ímynda sær ein leist, sum liggur onkustaðni ímillum ta gomlu lógina, har ein misti koyrikortið beinanvegin, og verandi lóg. Tað vil siga, at lógin varð herd, so at tey sum koyra alt ov skjótt, missa koyrikortið beinanvegin, meðan tey, sum koyra eitt sindur ov skjótt, sleppa við treytaðari frádøming og nýggjari koyriroynd. Hvar markið skal ganga, dugur hann ikki at siga í dag.
- Hetta eru alt spurningar, sum arbeitt verður við í samband við nýggju ferðslulógina, og tí er ov tíðliga at siga, hvat úrslitið verður, sigur Bjarni Djurholm. Hann væntar, at ein nýggj ferðslulóg er klár at leggja fyri løgtingið um eitt ár ella so.