Ferð kom á málskjótingina hjá ÍF

1.DEILD: Dánjal á Lakjuni var høvuðsleikari, tá ið fuglfirðingar vunnu fyri triðju ferð á rað

Dánjal á Lakjuni skoraði tvey mál og legði upp til tvey mál, tá ið ÍF á útivølli vann 5-2 ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi

Eftir trilvandi fyrstu umfør benda tølini á, at teir í Fuglafirði eru um at fóta sær.

 

Í kvøld vann ÍF 5-2 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi, sum høvdu heimavøll í Hólmanum á Eiði. Hetta var triði sigurin á rað hjá ÍF, og hetta var fyrsta ferðin í ár, at ÍF skoraði fimm mál. Undanfarnu tvær ferðirnar hevur ÍF skorað trý mál.

 

Hálvleiksstøðan var 4-0 til ÍF. Rúnar C. Johnsson skoraði tvær ferðir tíggju teir fyrstu minuttirnar. Í báðum førum var tað Dánjal á Lakjuni, sum legði upp til málini, og Dánjal á Lakjuni skoraði bæði til 3-0 og 4-0. Í báðum førum var tað Jákup Andrias Thomsen, sum átti uppleggið.

 

Rúnar C. Johnsson hevur skorað sjey mál og er toppskjútti hjá ÍF, og Dánjal á Lakjuni hevur skorað trý mál.

 

Beinanvegin eftir steðgin umsetti Gutti Dahl-Olsen við brotssparki um munin til 4-1, og eitt lítið korter undan leikloki var tað innskifti Gilli við Streym, sum minkaði um munin til 4-2. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at 19 ára gamli Gilli við Streym var málskjútti í næstbestu deildini.

 

Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, staðfesti innskifti Jógvan á Lakjuni 5-2 ÍF sigurin. Uppleggið átti Olaf K. Hansen. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at 17 ára gamli Jógvan á Lakjuni var málskjútti í næstbestu deildini.

 

ÍF er á fimta plássi við 14 stigum, og EB/Streymur er á sætta plássi við 12 stigum.

 

ÍF fer fríggjadagin í næstu viku at spæla á heimavølli ímóti B71.

 

EB/Streymur fer mánakvøldið at spæla útsettan dyst á Argjum, og hóskvøldið verður tað heimadystur ímóti B36.

 

Dánjal á Lakjuni skoraði tvey mál og legði upp til tvey mál, tá ið ÍF á útivølli vann 5-2 ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi