Ferðasmiðir úr 18 ymsum londum uppliva Føroyar

Fyri 18. ferð bjóðar ferðavinnan í Føroyum útlendskum ferðasmiðum til Føroyar at uppliva okkara ferðavinnu

Árliga Visit Faroe Islands átið byrjaði í morgun. Tað er 18. ferð, at ferðavinnan í Føroyum bjóða útlendskum ferðasmiðum til Føroya, so tey sjálv kunnu uppliva Føroyar sum ferðamál. Hetta er eitt tað størsta tiltakið í Føroyum fyri útlendskum ferðasmiðum, skrivar Visit Faroe Islands, sum saman við vinnuni fegnast um árliga átakið.

Hesaferð luttaka tilsamans 135 fólk, harav 57 eru umboð úr 18 ymiskum londum kring heimin, so sum úr hinum Norðanlondunum, Belgia, Týsklandi, Italia, Fraklandi, Canada og USA.

– Í ár er enn størri áhugi enn undanfarin ár hjá føroyskum fyritøkum at taka lata. Heili 52 føroyskar ferðavinnufyritøkur eru við, fleiri av teimum eru nýggir útbjóðarar, sum eru við fyri fyrstu ferð, t. d. Faroe Voyage, F'ljóð Living Room Concerts og Nólsoyarstova, men eisini fyri tøku, sum hava verið virknar leingi eru við fyri fyrstu ferð, sum t. d. Pakkhúsið í Bø.

 

##med2##

Visit Faroe Islands tiltakið er liður í arbeiðinum at økja um talið av útlendskum ferðasmiðum, sum selja Føroyar. Allar royndir vísa, at besti háttur at gera hetta, er at bjóða sølufólkum og ferðasmiðum til Føroya, so tey sjálv kunnu uppliva tað, sum Føroyar hevur at bjóða gestum okkara.

– Vit eru serstakliga glað fyri stóra áhugan og undirtøkuna í bæði frá útlendsku og serliga føroysku fyritøkunum. Nógvu nýggju luttakararnir bera boð um bjartskygni millum føroyskar ferðavinnuveitarar, og tað er at fegnast um, sigur Súsanna Sørensen, fyriskipari og marknaðarleiðari á Vistit Faroe Islands.

Norðurlandahúsið er karmur um verkstovuna, sum byrjaði klokkan 9 í morgun, har útlendesku keypararnir hava høvi at hitta umboð fyri ferðavinnuna í Føroyum oghoyra um teir mogu mmøguleikarnar, sum Føroyar hava at bjóða.

Seinni í køvld er døgurði fyri luttakarunum, har tey sleppa at uppliva føroyskan mat- og tónleikamentan. Í morgin er útferð á skránni, og gestirnir fara avstað aftur sunnudagin.

##med3##

Atlantic Airways, Smyril Line og Visit Faroe Islands skipa fyri tiltakinum, sum en samlað ferðavinna stendur aftanfyri.