Ferdinand Porsche

Týsdagin vóru fimti ár liðin síðani týski bilverkfrøðingurin, Ferdinand Porsche (1875-1951), doyði. Longu í 1899 gjørdi hann ein elektriskan bil. Og hann var upprunin til bilmerki, sum so mong droyma um nú á døgum. Porsche.

 

BILAR

Birgir Kruse


Støðið undir hesum tølandi bilmerki finna vit longu í tríatiárunum í runda, lítla fólkavogninum, sum í Bretlandi varð skírdur »The Beetle«. Eitt hugtak, sum orðabókin hjá Stiðanum týðir til »asfaltbløðran«.

Tað var Ferdinand Porsche, doktari, sum teknaði bløðruna. Konkurrerandi bretski Mini-bilurin, sum eyðkendi sekstiárini, og sum Innocenti teknaði, varð summastaðni nevndur »hundahúsið«. Eyðkenda runda fólkavogns-sniðið hjá Porsche kom tó ikki til sín fulla rætt, fyrr enn sonurin, Ferry Porsche, í 1949 sett gongd á eina verksmiðju í Stuttgart. Hann bygdi tó á grundsjónarmið pápans og skapti hin fyrsta »kommersiella« Porsche-bilin, sum fekk frámerkið 356. Síðani hevur Porsche-verksmiðjan tikið seg fram og telist millum mest virdu rullandi merki á heimsins autobánum. Frá hinum luftkøldu 356, 911 og 917, sum allir hava motorin aftan, til teir vatnkøldu 924, 928 og 944, sum hava motorin framman. Sonurin Ferry Porsche doyði í 1998. Millum kennarar man semja verða um, at tann Porsche-bilur, sum ber av øllum, er modell 911. Mangan verða teir nýttir í filmum, m.a. tá Richard Gere spælir »American Gigolo«. Norski sangarin, Ole Paus, hevur eisini ein stuttligan sang um henda tiltikna bilin í »Mæsjen og påsjen«. Tveir tílíkir bilar hava verið í Føroyum. Annar, sum stavaði frá 1976, hevði hóskiligu nummarplátuna F 81 911. Hvat bilum viðvíkur, kunnu vit í nýggjastu margmiðla-alfrøðini hjá Lademanns lesa, at ikki færri enn 36 milliónir bilar verða smiðaðir á hvørjum ári. Hinvegin verða bara 21 milliónir fyribeindir. Sostatt økist talið á persónbilum við 15 milliónum um árið.