Ferðsluavmarkingar í R.C. Effersøes gøtu í kvøld

Vestara koyribreyt í R.C. Effersøes gøtu verður stongd frá Húsagøtu oman til rundkoyringina við SMS frá hóskvøldinum 12. september klokkan 21 fram til fríggjamorgunin 13. september klokkan 6. Koyribreytin verður stongd í sambandi við grevstrar- og fresiarbeiði.

 

Frá klokkan 21 til 23.30 koyra leið 1, 2, 3 og 5 ikki omaneftir R. C. Effersøes gøtu. Tær koyra í staðin eftir Tjaldursvegnum, Hoyvíksvegnum, Gripsvegnum og víðari eftir ferðaætlanini, skrivar torshavn.fo.