David Seaman er saman við Pat Jennings tann størsta málmanslegendan í søguni hjá Arsenal, men í 1990 stóð David Seaman, sum vardi málið hjá Arsenal í 13 ár, og sum vardi málið hjá Onglandi í 75 landsdystum, fyri einum vali.
David Seaman fekk bjóðað at verja málið hjá Manchester United: - Eg hevði spælt við Queens Park Rangers, og búði í London, og tað gjørdi tað sjálvandi lættari at velja Arsenal. Eg eri sera fegin fyri valið eg gjørdi, og eg elskaði hvønn minutt eg hevði á vøllinum við Arsenal. So nú gangi eg ikki runt og sigi: "Hvat nú um?". Vit vóru eisini eitt sigursvant Arsenal-lið, sigur David Seaman, sum vann enska meistaraheitið við Arsenal í 1991, 1998, og í 2002. Hann vann eisini steypakappingina við Arsenal í 1993, 1998, 2002, og í 2003. Seaman vann eisini Evropa Cup fyri steypavinnarar við Arsenal í 1994.
David Seaman megnaði í sínari yrkisleið, sum málverji á hægsta støði at halda málið reint í 130 dystum.
Í 1991 kom ein klassamálverji tó til Manchester United. Danski Peter Schmeichel skrivaði undir sáttmála við Manchester United hetta summarið.