Venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, er troyttur av áhaldandi søgum um, at Barcelona og Real Madrid skulu keypa Cristiano Ronaldo úr United.
- Barcelona og Real Madrid hava gjørt soleiðis í nógv ár. Hvørja ferð tað er val í felagnum, verða heimsins bestu spælarar drignir upp í valstríðið. Ronaldo er ikki so býttur, at hann ikki veit, hvat tað er, sum gongur fyri seg, sigur Ferusgon við Skysports.