Fermingardagar hjá Thomas Dam á Hálsi

- Vit hava alt til eina fermingarveitslu, undantikið klæðini. Vit hava alt til matgerð, borðreiðing, servering og pynt til veitsluna, sigur Bjørg Dam.

 

Bára Silvansdóttir og Bjørg Dam í handlinum hjá Thomas Dam á Hálsi, sum skjótt letur upp fyri fermingardøgum. - Hesar dagarnar fara vit eisini at hava fleiri góð tilboð, sigur Bjørg Dam.

Hjá Thomas Dam á Hálsi gera tey nógv burtur úr, nú tíðin styttist, til konfirmatiónir verða aftur til heystar. Her fara tey eins og undanfarin ár at gera handilin út til sonevndar fermingardagar.

Fermingardagar verða í handlinum á Hálsi frá leygardegnum 3. september til leygardagin 10. september. 

- Hetta eru dagar, har nógv fólk vitja í handlinum, og tað kann vera rættiliga ymiskt, hvat fólk hava upp á hjarta. 

Tað sigur Bjørg Dam, handisleiðari. 

 

Øll hava møguleikan

Hjá Thomas Dam hava tey valt at hava fermingartiltakið yvir fleiri dagar, soleiðis at so mong, sum ynskja tað - bæði úr bygd og bý - hava møguleikan at koma á gátt.

- Tørvirnir eru ymiskir. Tað eru tey, sum leita eftir køksamboðum og útbúnaði til kalt og/ ella heitt borð; tey sum leita eftir, hvussu borð og hølir kunnu pyntast, og so hava vit eisini ymiskt til leigu til slíka veitslu.

 

##med2##

Á veitslum er vanligt at hava suppu, og í handlinum á Hálsi hava tey eisini góðar suppukpoppar, ið tey keypa frá veitarum, sum ganga høgt upp í umhvørvið.

- Plast og tundur eru burtur. Nú er tað pappír, antin endurnýtslutilfar ella resttilfar. Hetta eru góðir og vælegnaðir suppukoppar, sum bera suppuna væl, og her brennur tú teg ikki, sigur hon. 

Handilsleiðarin leggur aftrat, at hjá Thomas Dam hava tey alt til eina fermingarveitslu undantikið klæðini.

- Vit hava alt til matgerð, borðreiðing og servering, og vit hava eisini tallerkar, bestykk, vasar og ymiskt annað til útleiging.

Bjørg Dam vísir á, at tey hava nógvar ymiskar serviettar og borðrennarar, og her ber saktans til at velja sær eitt tema, um fólk hava hug til tað.  

 

##med3##

- Møguleikarnir eru nógvir, og tað er bert hugflogið, sum setir mørkini. Vit eru altíð til reiðar at vegleiða og ráðgeva, um fólk eru í iva. 

Hon vísir á, at í dag er tað alt meira vanligt, at tey, sum skulu hava eina konfirmatión, skipa hølir og pynt sum eitt ávíst tema, har tey eitt nú velja litir ella motiv, sum ganga aftur á borðinum og í hølunum annars.

 

Forvitnislig motiv

Hjá Thomas Dam á Hálsi hava tey seinnu árini prentað serviettar við fleiri ymiskum motivum, og sama er við ymiskum borðrennarum. 

- Fyri at nevna nøkur motiv úr rúgvuni, hava vit føroyska flaggið, lundan, sóljuna, seyðamynstur, og vit hava mynstur úr føroyska búnanum hjá kvinnum og monnum. t

Bjørg Dam vísir á, at alt eftir, hvør veitslan er, velja fólk motivini á serviettunum ella borðrennarunum.

- Nógv av hesum motivum selja ógvuliga væl, og eg haldi, at føroyska flaggið liggur í oddinum, sigur hon.

 

##med4##

Hjá Thomasi Dam arbeiða tey áhaldandi við nýggjum motivum.

Eitt annað, sum forvitnisligi handilin á Hálsi eisini hevur, eru ballónir í leysari vekt, um man so kann siga. Her kunnu ballónir keypast í ymiskum litum – júst, sum tú keypir blandað bomm.

- Eitt annað er ein pyntaður sonevndur “sjálvs-myndaveggur”, sum fólk eisini hava høvi at síggja, tá tey vitja á gátt hjá okkum, sigur Bjørg Dam.

 

12 konfirmatiónir

Sambært heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni verða 12 konfirmatiónir kring landið í heyst. Tær fyrstu verða sunnudagin hin 25. september og tær seinastu sunnudagin hin 9. oktober. 

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

 

 

Bára Silvansdóttir og Bjørg Dam í handlinum hjá Thomas Dam á Hálsi, sum skjótt letur upp fyri fermingardøgum. - Hesar dagarnar fara vit eisini at hava fleiri góð tilboð, sigur Bjørg Dam.