Fernisering av nýggju serframsýningini ”Myndir í trúnni” á Listasavni Føroya

Fríggjadagin letur nýggja serframsýningin ”Myndir í trúnni” upp á Listasavni Føroya.

"Kvøldmáltíðin" - verk eftir Torbjørn Olsen

Framsýningin setir sjóneykuna á trúgv og átrúnað í føroyskari list, og týdningin átrúnaður hevur og hevur havt fyri føroyingar og føroyska samfelagið. 

 

Soleiðis greiða fyriskipararnir úr Listasavni Føroya frá um framsýningina:

 

– Í føroyska samfelagnum hevur trúgv fylt ógvuliga nógv, og tað ger hon í stóran mun enn í dag. Taka vit átrúnað, er tað serliga kristindómurin, sum fyllir nógv í Føroyum. Áðrenn Føroyar vórðu kristnaðar, var tað ásatrúgv, eisini nevnd norrøna gudalæran, sum var høvuðstrúgvin undir fornøld og víkingatíðini. Hægstu gudarnir, eisini kallaðir æsir, vóru í ásatrúnni Óðin og Tórur. 

 

– Men hvussu er trúgv avmyndað í føroysku listini? Tað ber til at síggja á hesi framsýningini. Framsýningin sýnir fram eitt breitt úrval av listaverkum, ið viðgera trúgv. Eldsta verkið á framsýningini er frá 1842, og nýggjasta verkið er gjørt í 2022. Meðan summi av verkunum snúgva seg um kristindóm, snúgva onnur seg um norrønu gudalæruna, umframt eina meiri abstrakta, andaliga trúgv.

 

Skráin

 

Ferniseringin verður millum klokkan 16 og 18 fríggjadagin 3. februar.

 

Skráin er hendan:

 

Karina Lykke Grand, stjóri, bjóðar vælkomin

Theodor Eli Dam Olsen, prestur, ber fram røðu og setir framsýningina

 

Listafólk

 

Við á framsýningini eru verk eftir hesi listafólk:

 

Astrid Andreasen, Jóhan Martin Christiansen, Edward Fuglø, Sigrun Gunnarsdóttir, Heiðrik á Heygum, William Heinesen, Astri Luihn, Oggi Lamhauge, Marianna Matras, Anker Mortensen, Rannvá Holm Mortensen, Sámal Joensen-Mikines, Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson, Eli Smith, Vár Samuelsen, Eleanor C. Tscherning og Tita Vinther. 

 

"Kvøldmáltíðin" - verk eftir Torbjørn Olsen