Fernisering og bókaframløga í Listaskálanum

Í dag frá kl. 17 ? 19 verður fernisering og bókaframløga í Listaskálanum í sambandi við at Listasavn Føroya gevur út bók um listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttir. Bókin er á føroyskum, enskum og norskum við fleiri enn 80 myndum. Listakvinnan Sigrun Gunnarsdóttir er fødd á Eiði í 1950. Hon er útbúgvin á Glyptotekets tegneskole hjá Askou Jensen í Keypmannahavn 1971-1973 og á Det Kongelige Danske Kunstakademi frá 1973-1980. Síðan hevur hon arbeitt sum listakvinna og havt framsýningar bæði í Føroyum og uttanlands.

Tað er norski listfrøðingurin Eva Furseth, sum hevur skrivað bókina. Eva Furseth er av føroyskari ætt, mamman er Anna, f. Skýlindal úr Havn, og pápin er norðmaðurin Astor Furseth tannlækni, rithøvundur og listamaður

Um Sigrun Gunnarsdóttir sigur Eva Furseth m.a. í innganginum: ?Hon er fødd og uppvaksin á Eiði, og har hevur hon ment ein myndaheim, sum ikki líkist nøkrum øðrum, ið vit hava sæð?.

Mentamálaráðharrin Jógvan á Lakjuni setur framsýningina og Sigrið Rasmussen fer at syngja. Sigrun Gunnarsdóttir verður hjástødd til ferniseringina.

Bókin er 120 blaðsíður við teksti á føroyskum, enskum og norskum.