Fernisering við Anker Mortensen

Fríggjadagin 26.juli klokkan 16-18 letur ein framsýning við verkum hjá Anker Mortensen upp í Steinprenti.

Talan er um nýggjar oljumálningar og vatnlitsmyndir hjá vælumtókta listamanninum, sum ikki framsýnir so ofta og hvørs serframsýningar tessvegna eru serliga forkunnugar.

Sum framsýningarheitið bendir á, er myndaheimurin hjá Anker Mortensen poetiskur av lyndi eins og hansara myndir bera brá av onkrum sveimandi og óítøkiligum. Leita vit aftur í okkara egnu barndómsminni, hóma vit hvat tað er, sum hongur oman fyri eikilund, tí vit minnast vøkru barnarímuna um silvurkannuna og dansandi frýr í ringi. Og lesa vit yrkingina hjá Hans Andriasi Djurhuus við verkunum hjá Anker Mortensen í huga, fær hon nýggjan listaligan relevans sum ein huldur heimur av gandaðum søgum og glitrandi litum. Oman fyri eikilund/ hongur silvurkanna/ skínur yvir alla grund/ dansa lítla Anna.

 

##med2##

Myndirnar hjá Anker Mortensen eru abstraktar, men onkrastaðni hómar tú okkurt, sum tú heldur teg kenna aftur. Kanska er tað eitt træ, ein fiskur, ein bátur ella er tað ein silvurkanna? Myndaflatin er bygdur upp av fleiri løgum av máling við skiftandi tjúkd. Okkurt er gjøgnumskygt meðan onnur strok eru sett á løriftið við tjúkkari máling onkrastaðni lag á lag. Blátt er vorðin ein høvuðslitur hjá Anker og sjálvt um, at hansara myndir tykjast lívrunnar og bera brá av náttúru, er tað ikki so nógv sjógvurin í sjálvum sær ella havsins lív, tú kemur í tankar um. Hetta, sum verður lagt fram fyri okkum er ein duldur metafysiskum heimur, ið er smíðaður úr sama tilfari sum yrkingar, sálmar, søgur og gandaðar upplivingar.

 

##med3##

Og samstundis sum myndirnar hjá Anker sveima, eru tær sera fysiskar og av hesi verð sum tá tú spældi í túninum ella í fjøruni og í sandbunkum, smásteinum, hyljum og kombikkum sansaði allan tann stóra alheiminum.

- Kinna Poulsen