Festið í Fámara leyst at søkja

Eftir at umboð fyri Búnaðarstovuna vóru í Fámara í gjár og boðaðu teimum báðum, Johan og Rakul Dalsgaard frá, at tey skuldu gera seg til reiðar at flyta út í ein hast, stendur nú lýsing í bløðunum um, at festið í Fámara er leyst at søkja.

Festið er fýra merkur, 9 gyllin, 10 1/3 skinn og ber 80 áseyðir.

Við festinum fylgja 25 áseyðir.

Sum minstu treyt til útbúgving í hesum førinum eru antin 1/2 ára útbúgving á landbúnaðarskúla uttanlands, ella landbúnaðarskeið undir kvøldskipanini, sum Búnaðarstovan hevur góðkent sum nøktandi útbúgving til festir uttan mjólkneyt.

Eisini er tað ein treyt, at festari skal búgva á somu oyggj, har sum festið er, og tað vil í hesum førinum siga Suðuroy.

Festið við ástandandi bygningum verður yvirtikið í verandi støðu og standi. Avtala er gjørd við røktaran um, at hann røktar og tekur í heyst. Til ber at síggja festið eftir avtalu við Búnaðarstovuna.