Festivalurin fer í søguna sum ein av teimum bestu

- Countryfestivalurin er tónleika-og mentanarhæddarpunktið á árinum í Sørvági, og vit gleða okkum longu til festivalin í 2025, siga tey í Sørvágs kommunu.

Síðan 2012 hevur Sørvágs Country-og Bluesfestivalur verið ein sermerktur føroyskur tónleikafestivalur - við nógvum góðum føroyskum og útlendskum nøvnum. 

 

- Koronuárini var eitt avbrot, men nú er festivalurin tíbetur aftur í fullum útblástri, siga tey í Sørvágs kommunu, nú stóra tiltakið í bygdini enn einaferð er lagt afturum.

 

Tey vísa á, at tað sá einki út dagarnar fyri festivalin hesaferð.

 

- Veðurforsøgnin sá alt annað enn góð út, og verkfallið á arbeiðsmarknaðinum gjørdi tað ikki lættari at fáa alt at rigga. Men, veðrið bleiv slett ikki so galið, og festivalurin varð hildin í øllum góðum. 

 

Í Sørvági vita tey at siga, at fleiri ummælarar og festivalgestir vildu vera við, at hetta kanska var tann besti countryfestivalurin nakrantíð.

 

- Serliga góð ummæli fáa tær báðar konsertirnar á dungapallinum seint leygarkvøldið - fyrst Nathan Carter og síðan lokalu hetjurnar úr Tinganest.

 

Sagt verður, at samanumtikið var góðskan høg á tónleikinum, og samskipanin riggaði væl. 

 

Festivalnevndin var framvið á kommunuskrivstovuni í Sørvági um dagarnar, har borgarstjórin, Eyð Ellingsgaard, handaði teimum eina kurv og veitti fyrireikarunum eina hjartans tøkk fyri ein sera góðan og væleydnaðan festival. 

 

- Countryfestivalurin er tónleika-og mentanarhæddarpunktið á árinum í Sørvági, og vit gleða okkum longu til festivalin í 2025, siga tey í Sørvágs kommunu.