Festligi Robert

Robert McBirnie hevði eina undirhaldandi og stuttliga framførslu á Føroya tele pallinum. Maðurin hevur staðið á palli fyrr. Tað var eingin ivi um tað. Hóast fólkið stóð langt burtur frá pallinum, so framførdi Robert hegnisliga og professionelt ? og undirhaldandi.

Styrkin hjá gamla V4 manninum er uttan iva hansara eginleiki at tosa millum sangirnar. Hvør sangur fekk hevði eina ?søgu?, sum Robert fortaldi á ein humoristiskan hátt. Eitt nú tá Robert sang kenda sangin hjá Gerry Marsden Ferry cross the Mersey, innleiddi hann við at greiða frá, hvussu hann altíð hugsar um gomlu ferguna, ið sigldi tvørtur um báðar armarnar í Klaksvíkini, tá hann sang henda sangin.

Í stuttum hevði Robert eina stak góða framførslu, har hann á besta hátt megnaði at undirhalda áskoðarnar ? hóast teir ikki vóru so nógvir.