FF-formaður biðir um kreppuhjálp til línuskipaflotan

Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, sigur við heimasíðuna hjá Norðlýsinum, at línuskipaflotin eigur at fáa kreppuhjálp, nú støðan hjá flotanum er so serstakliga vánalig

Fiskivinna

 

- Línuflotin er so mikið illa fyri, at nú mugu myndugleikarnir vísa ábyrgd.

Tað sigur formaðurin í Føroya

Fiskimannafelag, Jan Højgaard, við heimasíðuna hjá Norðlýsinum.

Seinasta fríggjadag skipaði

Fiskimannafelagið fyri limafundi á Sjómansheiminum í Klaksvík, har nógv ymisk mál vórðu umrødd.

Fundurin var ikki væl møttur, men við Norðlýsið sigur Jan Højgaard, at stórur dentur varð lagdur á, at fiskimenn mugu standa saman um felagið, nú hart leikar á.

 

Línuflotin umrøddur

Sambært heimasíðuni fekk støðan í fiskiskipaflotanum og tá serliga hjá útróðrar-og línuflotanum nógva umrøðu.

- Støðan hjá línuflotanum er somikið álvarslig í løtuni, at myndugleikarnir eiga at koma við kreppuhjálp. Tað kann ikki góðtakast, at politiska skipanin bara letur ein part av vinnulívinum doyggja.

Jan Højgaard sigur við Norðlýsið, at tað verður ein vanlukka, um línuflotin fer fyri bakka.

- Higartil hava vit bara hoyrt undanførslur frá politisku skipanini, men skal alt ikki steðga upp, er neyðugt, at myndugleikarnir tora at handla, sigur hann.

Formaðurin í Fiskimannafelagnum heldur tað vera sera umráðandi, at limirnir í felagnum standa saman.

- Tað tykir mær, sum um fólk – og ikki minst í Klaksvík – eru um at missa mótið, nú tey ráðandi standa sum ryssa yvir deyðum fyli, sum hann tekur til.

 

Óetiskir bankar

Í samrøðuni við heimasíðuna hjá Norðlýsinum vísir FF-formaðurin á, at bankar í hesi kreppuni beinleiðis eru óetiskir.

- Vit hava dømi um, at reiðarar hava fingið beinleiðis boð um fyrst at gjalda kreditorum og bankum sínar pengar, áðrenn lønirnar til manningar verða koyrdar ígjøgnum. Í hesum tíðum er umráðandi, at bankarnir føra ein etiska politikk sum tekur atlit , men í løtuni hugsa peningastovnarnir bara um seg sjálvan, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag.