FH hevur fleiri "matchbóltar" í meistarastríðnum

Liðið hjá Gunnari Nielsen og Kaj Leo Í Bartalsstovu kann gerast meistari, tá tvey tey næstu umførini eru avgreidd

Tað sær gott út hjá Gunnari Nielsen, Kaj Leo í Bartalsstovu í meistarastríðnum í pepsideildini í Íslandi. Nú bert fimm umfør eru eftir av kappingini sær stigatalvan soleiðis út : 

 

1FH17      112     26:11  37
2Breiðablik1793522:1430
3Valur1784536:1828
4Fjölnir1784533:2028
5ÍA1791725:2528
6Stjarnan1783631:2527
7Víkingur Reykjavík1773722:2624
8KR1765619:1823
9Víkingur Ólafsfjørður1754819:2919
10ÍBV1753916:2118
11Fylkir1735917:2914
12Þróttur Reykjavík17231212:429

 

FH hevur komandi fimm umførini hesar dystirnar eftir: Breiðablik (H), Fylkir (Ú), Valur (H), Víkingur Reykjavík (Ú) og ÍBV (H). Tað er ein risastórur fyrimunur hjá FH at hava Breiðablik og Val á heimavølli á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum. Um FH vinnur heimadystin ímóti Breiðablik 11. september kann tað verða líkamikið hvussu tað gongur hjá Vali ímóti Stjarnuni, hjá Fjølnir ímóti Víkingi Reykjavík, ella hjá ÍA ímóti Þrótti, tí vinnur FH á Breiðablik, so eru Gunnar Nielsen, Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í FH minst níggju stig á odda, og tá koma bara at verða fýra umfør eftir. 15. september verður føroyingauppgerð millum botnliðið, Fylkir við Sonna Ragnari Nattestad á liðnum og FH. Um FH tá hevur vunnið á Breiðablik, og úrslitini laga seg 15. september, so kann FH endurvinna íslendska meistaraheitið hetta kvøldið.