FH tapti fyrsta dystin í 2016

Íslendsku liðini eru í holt við tær fyrstu innleiðandi kappingarnar

Í Íslandi eru ymiskar kappingar og lokalar steypakappingar fyri fótbóltsliðini, áðrenn landskappingin í Pepsideildini - bestu deildini - byrjar fyrst í mai mánað.

 

Fyrsta innleiðandi kappingin føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH taka lut í er Fótbólta.net kappingin.

 

Ígjárakvøldið spældu FH og KR dyst í hesari kappingini í "Fífunni" - einari innandura fótbóltshøll í Kópavogi. 

 

KR vann dystin 2-1. Steven Lennon legði FH á odda beint undan steðginum, men seinasta korterið av dystinum skoraði KR tvey mál, og tryggjaði sær harvið sigurin.