FH vann - ÍBV leikti javnt

Teir tríggir føroyingarnir í íslendsku pepsideildini fingu allir fulla spælitíð í dag

Í dag byrjaði kappingin í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, pepsideildini.

 

Gunnar Nielsen vardi málið hjá meistaraliðnum, FH tá teir á útivølli á Akranesi vunnu 4-2 á ÍA. Í steðginum var javnleikur 2-2, og eitt skiftið var ÍA enntá á odda 2-1. Sambært Morgunblaðnum eydnaðist tað Trygva Hrafn Haraldssyni at lobba bóltin uppum Gunnar Nielsen í báðum førum tá ÍA skoraði. 

 

Men Morgunblaðið skrivar eisini, at Gunnar Nielsen vardi væl fyri í øðrum atsóknum hjá heimaliðnum. Í seinna hálvleiki hilnaðist betur hjá FH, tá tað eydnaðist at fáa tvey mál, og samstundis halda heimaliðnum frá at skora. 

 

Jónas Tór Næs var í verjuni hjá ÍBV, og Kaj Leo í Bartalsstovu var á miðjuni hjá ÍBV, og báðir sluppu at spæla heimadystin ímóti Fjølnir á tamb. Dysturin endaði við javnleiki 0-0. Sambært Morgunblaðnum var tað avgerandi í onkrari støðu, at Jónas Tór Næs ruddaði bóltin burtur. 

 

Komandi sunnudag spælir ÍBV útidyst í Reykjavík, har Stjarnan tekur ímóti. Mánadagin 8. mai tekur FH ímóti KA á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum.