Fidel Castro frá sum formaður

Fyrrverandi kubanski forsetin Fidel Castro leggur nú eisini frá sær sum formaður í kommunistaflokkinum. Tað skrivar heimasíðan cubadebate.cu. Fidel Castro fór úr forsetaembætinum í 2008 av heilsuávum, men hann helt fram sum floksformaður.

Í hesum døgum heldur flokkurin landsfund fyri fyrstu ferð í mong ár, og eygleiðarar vænta, at fundurin fer at velja tann yngra bróðurin, Raul Castro, til formann. Hann er frammanundan forseti.

Fidel Castro stóð á oldda fyri teirri kommunistisku kollveltingini í Kuba í 1959, og aftaná varð hann valdur til landsins forseta.