FIFA sigur ja til máltøkni

Longu í hesum kappingarárinum fer altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, at gera royndir við máltøkni. Eydnast royndirnar væl, so er møguleiki fyri máltøkni í Premier League longu komandi kappingarár.

 

FIFA hevur góðtikið tvey sløg av máltøkni, sum verða roynd í vetur. Talan er um Hawk-Eye og GoalRef, sum hava til endamáls at staðfesta um bólturin er innanfyri ella ikki. Báðar skipanirnar verða royndar til FIFA Club World Cup, sum verður í desembur.

 

Eydnast royndirnar væl, so verður máltøkni eisini at síggja til Confederations Cup í 2013 og HM í 2014. Eisini í ensku Premier League eru tey áhugaði í at fáa máltøkni skjótast gjørligt, skrivar BBC. Leiðslan í Premeir League hevur verið ein fortalari fyri at fáa máltøkni í fótbólt. Eydnast royndirnar væl, so ætlar Premeir League at gera nýtslu av máltøknuni longu um ársskiftið.

 

HER ber til at síggja ein sjónbandabrot, sum FIFATV hevur lagt út um “Hawk-Eye” og “GoalRef”. Sjónbandabrotið er á enskum og var gjørt áðrenn máltøknin var í dag varð góðtikin.