FIFPRO talar at

Altjóða leikara felagið FIFPRO finst hvassliga at, at ein leikari í HM finaluni leikti við heilaskjálvta.

-          -      Eg minnist einki frá dystinum.

 

Tað sigur týski landsliðsleikarin Cristoph Kramer, ið leikti við Týsklandi í HM finaluni sunnukvøldið. Orsøkin til at Cristoph Kramer einki minnist, er tí at miðvallarin í fyrra hálvleiki smekkaði høvdið í, tá hann var í hornatøkum við ein mótstøðuleikara.

 

Hóast Cristoph Kramer sjónliga varð merktur av hendingini, fór týski leikarin inn á vøllin aftur og leikti 14 minuttir við heilaskjálvta, áðrenn hann varð tikin av vøllinum.

 

Hetta var ikki einasta støðan undir HM endaspælinum, har ein leikari leikti víðari eftir ein harðan samanstoyt. Í dystinum hjá Uruguay móti Onglandi, leikti uruguaynski leikarin, Alvaro Pereira víðari, eftir at hann fekk knæðið hjá enska landsliðsleikaranum Raheem Sterling í andlitið. Eftir dystin segði Pereira, at tað kendist sum um at ljósið sløknaði, tá hann fekk knæðið í andlitið.

 

Altjóða spælara felagið FIFPRO, talar nú at.

 

-         -      HM endaspælið vísti hvussu man ikki skal gera, tá leikarar fáa skaða í høvdið. Mongu skaðarnir í høvdið undir HM endaspælinum gera, at vit ikki longur kunnu ignorera støðuna.

 

Enn er óvist, hvat ið verður gjørt við støðuna. Men talan var um óvanliga nógvar støður, har leikarar smekkaðu høvdini saman undir HM endaspælinum í Brasil.