Á Filipsoyggjunum verður smátt til stórt

Seks limir úr Evangelii-húsinum í Havn fara um vikuskiftið á vitjan á Filipsoyggjunum. Talan er um eina hjálpar-, menningar- og missiónsferð til eitt av heimsins fátæku londum. Í viðførinum hava tey eisini við sær gleðiboðskapin, sum kann geva hesum fólkum eina vón um eitt lív her á foldum og eitt ævigt lív

Snorri Brend

Eitt av flogførunum sum leygardagin fer at seta seg á flogvøllin í Manilla á Filipsoyggjunum hevur við sær eitt serstakt ferðalag. Talan er um seks limir úr samkomuni "Evangeliihúsinum" í Havn, sum tær næstu tvær vikurnar fara at vitja á ymsum støðum í økinum kring høvuðs-staðin Manilla.
- Hetta verður ein hjálpartúrur og ein menningartúr, men so sanniliga eisini ein missiónstúrur, sigur Eyðun Miðberg, ið er ein av stigtakarunum til hesa ferðina, sum varir fram til 18. november.
Samkoman hevur framman-undan sent út ein trúboðara, sum við millumbilum hevur vitjað á Filipsoyggjunum. Hann hevur longu fingið samband við bæði fólk og samkomur, og við hesi ferðini ynskja tey í Evangelii-húsinum at styrkja og útbyggja hetta góða sambandið.
Á ferðini fara teir seks føroyingar at vitja samkomur, fara at undirvísa í ymiskum, m.a. í Fyrstuhjálp, eins og tey fara at vitja í fongslum.
Tey gjalda sjálvi nógv tann størsta partin av ferðini til Filipsoyggjarnar, men hava haraftrat fingið stuðul frá fleiri fyritøkum í Føroyum. Hesin stuðulin fer í størstan mun nýtast sum hjálp til tey fátækastu, m.a. heimleys børn.
Smátt kann gerast stórt
Hetta er kortini ikki fyrstu ferð at fólk úr Evangeliihúsinum fara á slíka ferðir í onnur lond. Fyri tveimum árum síðani var Eyðun sjálvur trettindi við á eini ferð í Serbia.
- Tá ein fer til onnur lond í slíkum ørindum, sær ein rættiliga skjótt neyðina hjá fólki. Vit í Føroyum hava almikið av øllum og ongin hevur orsøk at klaga um nakað.
- Í Serbia sóu vit, at sjálvt ein lítil stuðul frá okkum kann hjálpa einum hópi av menniskjum í neyð, bæði andaliga og sosialt. Tað arbeiðið ynskja vit at halda fram við, eins og vit ynskja at boða teimum gleðiboðskapin um eitt lív saman við Jesusi her á foldum og í Himmalinum, sigur hann.
Frá orði til gerning
Tað var fyri tveimum árum síðani, at fólk í samkomuni "Evangeliihúsinum" tóku stig til "Team-missión", hvørs høvuðsmenn eru Eyðun Miðberg og Hans Tausen. Endamálið við hesum er fyrst og fremst at venja fólk við at fara út í missión. Í hesum arbeiðinum verður dentur lagdur á at læra limirnar í samkomuni í, hvat missión er. Hetta verður gjørt við undirvísing og við praktiskum arbeiði.
Byrjanin til hetta nýggja virksemið hendi stutt sagt við samanfallandi áhugamálum - ella samanfallandi kallan frá Gudi. Leiðarin í samkomuni, Dánjal á Dul Jacobsen fekk einaferð, hann vitjaði eina andaliga ráðstevnu í Danmark eitt ítøkiligt kunnskaparorð frá Gudi um at samkoman skuldi venda eygunum meiri úteftir í heimin.
Um nøkulunda somu tíð hevði samkoman bjóðað Steve Dulwich og familjuni heim til Føroyar at vitja. Alt tað, sum Steve tá talaði um var fult í tráð við ta kallið til missión, sum onnur í samkomuni høvdu fingið. Tí var eingin ivi: Vit ynskja at senda trúboðarar út í missión!
Og hví ikki senda Steve avstað, tá tey nú kortini høvdu hann millum sín?! Sum sagt so gjørt, og í dag arbeiðir hann í ymsum londum - m.a. í Serbia, Onglandi og á Filipsoyggjunum.
At tað júst gjørdist Steve sum varð sendur tú, er heldur ikki tilvild. Hann er nevniliga giftur við Josu, ið er dóttir Agnar Reinert, ein av góðu stuðlunum í samkomuni, sum nú eisini er fluttur til Danmarkar. Tey búgva øll í Danmark, hagani Steve ger styttri og longri ferðir til ymisk lond fyri at fylgja arbeiðinum upp.
Fyri tveimum árum síðani vóru 13 fólk í ymsum aldrum úr Evangeliihúsinum á vitjan í Serbia saman við Steve. Sam-bandið við Serbia er í dag útbygt enn meiri, tí í løtuni eru hjúnini Jórun og Kalle Jacbosen úr Havn í býnum Becej, norðarlaga í Serbia og arbeiða. Tey hava verið har í tveir mánaðir og skulu vera ein slakan mánað aftrat.
Trý sløg av hjálp
Umfram tað vanliga viðførið hava hesir seks føroyingar eisini onnur ting við sær til ferðina. Talan er jú um eina hjálpar-, menningar- og missiónstúr, og tí verður dentur lagdur á at fremja hesi trý hugtøkini í gerningi.
Á Filipsoyggjunum er stórt fátækradømi. Ein partur av hjálpararbeiðinum verður tí at keypa mat og geva hann til tey, ið eru allar ringast fyri. Ætlanin er at býta mat út til familjur í teimum fátæku økjunum, eins og tey miða eftir at hjálpa heimleysum børnum.
Eitt annað ting í viðførinum er ætlanin um fleiri skeið í Fyrstuhjálp, sum verða fyriskipaði í næstum. Við í føroyska hópinum er Johannes Nilssen, sum hevur drúgvar royndir í hesi frálæruni, og sum m.a. hevur lokið sær útbúgving hjá danska Beredskabsstyrelsen.
Vanliga fólkið á Filipsoyggj-unum hevur ikki ráð at nema sær slíkan kunnleika. Fyri at geva so mongum um gjørligt møguleikan at fáa hesa undirvísingina hevur ein boðið almenninginum at vera við. Skeiðið verður hildið í sjálvari kommunuhøllini, og tað skilst at áhugin fyri hesum hevur verið sera stórur, tí seinast tey frættu høvdu omanfyri 100 fólk teknað seg til hetta almenna skeiðið hjá Johannesi.
At áhugin er so stórur kemst uttan iva av, at kunnleikin til tey mest elementeru tingini vantar. Av hesi orsøk koma mong illa fyri og fáa kanska varandi mein, tí tey ikki vita, hvussu tey skulu viðgerðar smærri og størri vanlukkur í gerandisdegnum.
Triðja tingið í viðførinum, og eisini tað týdningarmesta, er gleðiboðskapurin um Jesus. Ætlanin er at vitja fleiri samkomur, og at tala og syngja á hesum møtum. Á skránni er eisini vitjan í einum av fongslunum.
Eitt annað spennandi element á túrinum er ein vitjan hjá øðrum føroyingum í Filipsoyggjunum. Tey seinastu árini hava hjúnini Ása og Ólavur Jøkladal starvast sum trúboðarar í høvuðsstaðnum Manilla. Gongur sum ætlað verður tað til tað, at føroyska ferðalagið fer at steðga á hjá familjuni Jøkladal.