Filmar úr trimum heimspørtum í juni

Fólk eru aftur farin at ganga í biograf, og biografurin hevur nógv at bjóða beint nú.

 

Fyri fullum húsum hevur Filmsfelagið víst ”The Father”, sum Pál Weihe innleiddi, og síðan minnisfilmin um danska prestin Møllehave ”Hellere forrykt end forgæves”, sum Theodor Olsen innleiddi. Nú standa tríggir týdningarmiklir filmar fyri, ið er so ólíkir, at vit mugu sláa okkum til tols við at hyggja í landafrøðina, skrivar Filmsfelagið.

 

Missir hoyrnina

 

Fyrsti filmurin er amerikanski ”The sound of metal”. Filmurin er um heavy rock trummusláaran Ruben, sum missir hoyrnina. Hann hevur livað av tónleiki og skal nú finna inn í eitt nýtt, ókent land, sum er uttan ljóð. Trygvi á Reynatrøð fer at innleiða sýningina. Í innganginum fer hann at siga frá um eina nýggja livikorðskanning, sum er gjørd millum deyv í Føroyum. “The sound of metal”, sum vann tvær Oscarvirðislønir, verður sýndur í Filmsfelagnum mikudagin 16. Juni.

 

Besti filmur í verðini í Havn

 

Suðurkorenski leikstjórin Bong Joon Ho bleiv kendur við ”Parasite”, ið sum eingin annar hevur sett Asia á heimskortið í nýggjari tíð. Filmsfelagið vísti hann í fjør, men kennarar vilja vera við, at filmurin ”Memories of Murder”, sum Bong gjørdi í 2003, er heimsins besti, hvørki meir ella minni. Filmsfelagið hevur tí sett henda sjáldsama hámetta filmin á skránna í Havn tá farið er um longsta dag, mikudagin hin 23. juni.

 

Poesiur og politikkur í Marseille

 

Tað er bæði poesiur og politikkur, tá franski Robert Guédiguian leggur samtíðina undir undir luppin við svikaligum gig-búskapi sum evni, á sama hátt sum bretski Ken Loach gjørdi í filminum ”I, Daniel Blake”. Franski sosialt tilvitaði og ikki sørt indigneraði filmurin um nýføddu dóttrina, Gloriu, er ein djúphugsin samfelagsdystopi um unga húskið, sum setir eitt barn í verðina, hóast tey liva ytst í samfelagsrásini. Týdningarmikli arbeiðarafilmurin, ”Gloria Mund”, verður vístur í Filmsfelagnum 30. juni.

 

Sýningarnar í Filmsfelagnum eru í Havnar Bio og eru altíð almennar, skriva Birgir Kruse, Ole Wich og Rannvá Jónsdóttir, nevndarlimir í  Filmsfelagnum.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##