Filmarnir Fuglafjørður fjølgast verða sýndir í Mentanarhúsinum mánakvøldið 8. mai og týskvøldið 9. mai
Filmurin, ið lýsir høvuðshandlarnar í Fuglafirði í gomlum døgum, Piddasahandil og Handilin hjá Haraldsen, verður sýndur mánakvøldið
Filmurin um stóru og týdningarmiklu arbeiðsplássini Gomlu Smiðju og Gomlu Bedingin og spírarnar, tey nýggjaru virkini í Fuglafirði, verður sýndur týskvøldið.
Í filmunum verður tosað við tey, ið starvaðust í nevndu arbeiðsplássum í fimmti - og sekstiárunum , eins og vitjað verður á nýggju virkjunum.
Samrøðurnar vórðu gjørdar á kvøldsetum, ið vórðu hildnar í Mentanarhúsinum fyri umleið fýra árum síðani, og aðrar gjørdar eftir tað.
Hópur av gomlum myndum verða at síggja í filminum.
Hvør filmur varir góðar tveir tímar.
Hugnaløta/ steðgur í hálvan tíma við kaffi/te og køkum verður, tá ið umleið helvtin av filminum er sýndur, har fólk kunna hittast og fáa eitt gott prát.
Signar á Brúnni hevur lagt til rættis og Zacharias Hammer hevur staðið fyri upptøkunum.