Filmsframleiðari: Mánalendingin var ikki følsk

Vit kenna øll tær tiltiknu myndirnar, tá ið Neil Armstrong og Buzz Aldrin fóru sveimandi eftir mánanum, og settu eitt amerikanskt flagg niður, sum lættliga veittraði aftur og fram.

 

Men vóru myndirnar veruligar, ella vóru tær framleiddar í upptøkuhølum í Hollywood?

 

Mong trúgva framvegis ikki uppá, at menniskju hava verið á mánanum, og nógvar ymsar konspiratiónsteoriir eru at finna um júst hesa hending. Summi halda, at hetta varð framleitt av amerikanarum bert fyri at fáa heiðurin av at vera fyrst á mánanum.

 

Tey halda, at myndirnar eru framleiddar í upptøkuhølum í USA, og summi halda enntá, at filmsframleiðarin Stanley Kubrick hevur staðið á odda fyri hesum. Í dag halda heili 6 prosent av amerikanarum framvegis, at mánalendingin var følsk.

 

Men eitt sjónbandsinnslag, "Moon Hoax Not", sum verður nógv deilt á Facebook á Twitter í hesum døgum slær fast, at talan ikki var um falskar myndir. Tað er framleiðarin S.G. Collins, sum hevur gjørt hetta innslag, og hann vísir við hesum fleiri konspiratiónsteorium aftur.

 

Tað mest áhugaverda hann vísir á er, at sjónbandstøknin snøgt sagt ikki var uppfunnin tá.

 

Í 1969 bar tað millum annað ikki til at gera falskar flótandi rørslur, sum Armstrong og Aldrin gera, tá ið teir ganga eftir mánanum. Hann sigur, at fyri at gera slíkt skuldi tað verið upptikið í "slowmotion", men tá ið tíðini hevði tað ført við sær, at filmurin hevði hakkað nógv. Tá vóru tey upptøkutólini, sum kunnu filma slíkt, ikki uppfunnin.

 

Harumframt vístu 99 prosent av filmunum tá greið tekin um, at fleiri filmsrullir vóru settar saman. Og tá ið mánalendingin er 143 minuttir merkir tað, at fimm filmsrullir skuldu til, men einki tekin er um, at rullur eru settar saman í hesum føri.

 

Innslagið frá S.G. Collins er her:

 

www.youtube.com/watch

 

 

Hetta veit heimasíðan hjá TV2 í dag.