Fimleikafagnaðurin 2002 ? hvar var SvF?

Í vikuskiftinum var Fimleikafagnaðurin 2002. -Eitt tiltak, ið Føroya Fimleika-samband skipar fyri annaðhvørt ár. Fimleikafagnaðurin er nakað serstakt innan føroyska ítróttarheimin. Tað er ikki bara ein vanlig kapping, men eitt sera stórfingið og væleydnað tiltak, sum øll, ið hava áhuga fyri fimleiki, eru sera glað fyri.

Fimleikur er ein ítróttar-grein, sum hevur stóran áhuga millum Føroya fólk. Langt yvir 2000 íðkarar gera fimleik hvønn vetur í teimum seks feløgunum, sum eru.
Tíverri sleppa bara umleið 1200 fólk at síggja fimleikafagnaðin, av tí at tað ikki ber til at hava fleiri enn 400 áskoðarar til hvørja sýning, og tí at Norðurlandahúsið er so nógv upptikið av øðrum tiltøkum, so møguleiki er ikki at hava fleiri sýningar.
Tí mátti tað verið ein sjálvfylgja, at SvF var á staðnum og tók upp, so-leiðis at allir føroyingar høvdu møguleika at síggja hesa serstakliga vøkru framførslu.
Havi hoyrt okkurt um, at ein orsøk, at SvF ikki var og tók upp, er at tað er ov myrkt undir sýningunum; tá mátti tað verið so líka til hjá sjónvarpinum at komið til royndarsýningina, har teir kundu sett tey neyðugu ljósini upp.
Men Sjónvarp Føroya hevur ikki víst fimleikinum stórvegis áhuga. Tað einasta, ið hevur verið víst seinastu nógvu árini, er stórkappingin fyri eldru liðini 2002, sum var í Havn. Tá fekk Føroya Fimleikasamband við neyð og deyð yvirtalað SvF at koma at taka upp. - Og hetta, sjálvt um nógv fleiri tiltøk eru um árið: fimleikaframsýningar úti í hvørjum einstøkum felagi, stórkappingar fyri yngru liðini, liðkappingar í reiðskapsfimleiki, og so sjálvandi eisini FM í reiðskapsfimleiki.

Sjónvarp Føroya kundi eftir øllum at døma ikki lagt minni í, um fimleikur yvirhøvur verður íðkaður í Føroyum; hetta er alt ov vánaligt, tá hugsað verður um, at SVF eigur at vísa tíðindi úr øllum tí føroyska ítróttarheiminum, og ikki bara teimum ítróttargreinum, sum ávís tíðindafólk hava áhuga fyri. Hvussu nógvar hundraðtúsund krónur verða ikki nýttar til fótbólt, hondbólt, flogbólt og aðrar ítróttargreinir árliga?
Hinir fjølmiðlarnir hava heldur ikki nógv at reypa sær av...tað tykist, eins og fimleikur ikki er mettur at vera verdur at siga frá, og tað er út av lagi vánaligt!
Tað næsta stóra tiltakið innan føroyska fimleikaheimin, eru stórkappingarnar fyri pinkur, smágentur, gentur og kvinnur, sum verða 8. og 9. mars 2003. Hesar kappingarnar verða í Eysturoynni, og tí eru vónirnar lítlar fyri, at SVF verður á staðnum. Eg havi enn ikki hoyt grundgevingina fyri, hví Sjónvarp Føroya ikki kann koma inn í Eysturoynna at taka upp; tað er kanska eisini at krevja ov nógv...tað er so langt at koma allan vegin úr Havn; tá er tað allarhelst lættari og bíligari at senda nøkur tíðindafólk til Litava og Týsklands...