Fimm deyðir føroyingar fingið staðfest CDT

Hvussu vandamikil er sjúkan CTD? Tann spurningin hevur granskarin Jan Rasmussen sett sær fyri at kanna, og tí hevur hann tikið vevnað frá 48 yngri deyðum føroyingum, sum eru deyðir eftir 1978, og har deyðsorsøkirnar vóru eitt sindur ógreiðar. Fyribilsúrslit vísa, at eini fimm teirra doyðu av sjúkuni CDT.

Við Kringvarpið sigur Jan Rasmussen, at kanningar hansara vísa, at CTD hevur spælt ein stóran leiklut í sambandi við brádligan deyða hjá ungum føroyingum seinnu árini. Men hann vónar, at tann upplýsing og kunning sum er gjørd um sjúkuna seinnu árini, fer at hava við sær, at CTD missur hendan leiklut.

Kanningarnar hjá Jan Rasmussen eru liður í eini Phd-ritgerð.

Her kanst tú lesa meira um, hvat CTD er:

www.netdoktor.dk/brevkasser/arkiv/201438.htm