Fimm deyð í skottilburði í amerikanskum skúla

Fimm næmingar eru í dag skotnir í einum skottilburði í einum skúla í amerikanska statinum Kentucky. Tað skrivar amerikanski miðilin CBS News.


Sambært CBS News, so hendi skottilburðurin í Marshall County High School, ið liggur í útsynningspartinum av Kentucky, og hevur løgreglan handtikið ein persón, ið er undir illgruna fyri skottilburðin.


Guvernørurin í Kentucky, Matt Bevin, skrivaði á Twitter stutt endir skottilburðin, at hvørt fall ein persón var deyður í álopinum.


- Syrgiligur skottilburður í Marshall County High School. Gerningsmaðurin er handtikin, ein persónur er staðfestur deyður, fleiri eru eru løstað. Tað er nógv, ið vit enn ikki vita, skrivaði guvernørurin á Twitter.