Fimm doyðu í neyðlending

Ein ógvuslig neyðlending í Russlandi hevur kravt fimm mannalív.

Vanlukkan hendi, tá eitt flogfar av slagnum Tu-134 noyddist at neyðlenda í Samara, sum er góðar 1.000 kilometrar eystan fyri Moskva.

Russisku myndugleikarnir siga, at 52 fólk máttu á sjúkrahús við løstum.

Ein embætismaður hjá loftferðslumyndugleikunum sigur, at neyðlendingin var so hørð, at skrokkurin á flogfarinum brotnaði.