Eftir sigurin hjá Tjaldri í gjárkvøldið skulu Stjørnan og Neistin í kvøld fylgja við. Stjørnan skal til Vestmanna at spæla ímóti VÍF og Neistin er partur av grannauppgerð ímóti Kyndli.
Við sigri kann Stjørnan aftur fara fram um Tjaldur og leggja seg á odda í Sunset-kappingini, og Neistin kann koma upp á sama stigatal sum Tjaldur, men við einum dysti meira.
Í Atlantic Airways-kappingini hjá monnunum eru tríggir dystir í kvøld. VÍF tekur á heimavølli ímóti Team Klaksvík og kann tá aftur nærkast KÍF, sum undan dystinum er fimm stig frammanfyri og á finalukós.
Í hinum báðum dystunum er talan um grannauppgerð millum Kyndil og Neistan, og eisini spælir H71 á heimavølli ímóti StÍF.