Fimm eru við í kappingini

Uppskotini skulu vera inni í summar og avgerðin fellur í september

Tað verður her, á Eystarubryggju, at tjóðleikhúsið skal byggjast

Ætlanin at byggja tjóðleikhús er komin eitt stig longri á leiðini, nú Mentamálaráðið og Landsverk hava bjóðað til arkitektakapping at gera uppskot til eitt nýtt tjóðleikhús á Eystara Bryggju í Havn.

 

Eitt tjóðleikhús hevur stóran mentanarligan týdning fyri okkara samfelag og skal vera á høgum byggilistarligum støði, og bjóða bestu karmar fyri leik- og pallist á hægsta stigi, sigur Mentamálaráðið

 

Uppskotini skulu vera inni 25. august í ár og miðað verður ímóti at vera liðug við dømingina 5. sep. 2022.

 

Arkitektarnir, sum eru góðkendir at vera við í kappingini, eru

 

  • Kontrast
  • Henning Larsen North Atlantic
  • MAP Arkitektar
  • SNA
  • Zeta Arkitektar/Brim Arkitektar

Tað verður her, á Eystarubryggju, at tjóðleikhúsið skal byggjast