Fimm farnir á sjónum

Tann 1. november er minningardagur teirra sjólátnu. Teir, sum eru farnir í sínum virki á sjónum síðan 1. november 2001 eru:

Mikkjal Sjúrður Olsen, Hvannasund, doyði 6. november 2001 við »Havhesti«, 43 ára gamal.

Jógvan Sonny Drangberg, Skopun, doyði 12. apríl av skaðatilburði umborð á »Jaspis«, 53 ára gamal.

Karlo Joensen, Miðvágur, slerdi út av »Gaja 3« í Diskovíkini tann 14. apríl 2002, 56 ára gamal.

Jógvan Jacobsen, Skáli, doyði umborð á »West Express« 1. august 2002, 59 ára gamal.

Jógvan Olsen, Toftir, doyði umborð á »Western Pacific« 11. august, 52 ára gamal.