Tað vísir seg, at skjót úrslit eru eitt krav til venjaran hjá Chelsea. Hetta upplivdi Felipe Scolari í gjár, tá hann varð koyrdur.
Longu í dag hevur heimasíðan hjá BBC fimm ymiskar favorittar.
Hollendingurin Guus Hiddink, sum er kendur fyri at fáa tað mesta burturúr leikaratilfarinum hann hevur, sum hevur góð úrslit bæði úr nationalum kappingum og við landsliðum, er ein av favorittunum. Hann hevur vant nógv hollendsk lið, kláraði seg heilt væl við suður koreanska landslið og seinast hevur hann megna nógv við russiska landsliðnum.
Gianfranco Zola, sum í dag er venjari hjá West Ham, og veruliga hevur fingið glið á úrslitini í seinastuni, er ein annar. Eisini var hann í langa tíð ein væl umtóktur leikari á Stanford Bridge. Tó hevur hann sagt, at honum hevði dámt best at halda fram hjá West Ham.
Roberto Mancini, sum er best kendur sum venjari í Internazionale í Italia, sum bleiv avloystur av José Morinho. Nú er Mancini ein leysur maður, og tí er hann eitt lutfalsliga náttúrligt val.
Avram Grant, sum var fyribils venjari hjá Chelsea í fjør, eftir at Morinho varð koyrdur frá er eisini í uppskotið. Hann megnaði tó ongantíð at fáa liðið at spæla undirhaldandi fótbólt, og í stórum kappingum hevur hann bara royndirnar úr Chelsea. Hinvegin sigst, at hann og Roman Abramovich, eigari av Chelsea, eru heilt væl, og hetta kann vera ein fyrimunur.
Seinasti favoritturin, sambært BBC, er Frank Riijkard, sum var venjari í Barcelona, áðrenn Josep Guardiola tók yvir sum venjari í spanska stórfelagnum. Riijkard hevur eisini verið venjari hjá fleiri hollendskum liðum, og er kendur fyri undirhaldandi fótbólt.