Fimm flyta úr Íslandi um dagin

Síðani kreppuna í 2008 eru nógv fólk flutt úr Íslandi og hava búsett seg í øðrum londum, men fyribilstøl benda á, at heldur færri eru flutt av landinum í ár enn í fjør.

Í 2010 fluttu meiri enn 2.000 fólk úr Íslandi, og níggju teir fyrstu mánaðirnar vóru tað 1.400 fleiri, sum fluttu av landinum enn til landið, skrivar Morgunblaðið. Í juli ársfjórðingi fluttu 850 av landinum, og tað er tað mesta í einum ársfjórðingi síðani 2009.

Uppgerðin vísir eisini, at meiri enn 60 prosent av teimum, sum flyta av landinum, eru millum 20 og 40 ár.

Síðani kreppan í Íslandi tók seg upp á heysti í 2008, eru meiri enn 8.000 fólk flutt úr Íslandi til onnur lond at búgva.